Svimjifinalur fyrrapart á OL í Tokyo

Fyriskipararnir av Tokyo 2020 kunngjørdu í dag skránna fyri svimjistevnuna á hesum Olympisku Leikum, har vit kunnu lesa at svimjistevnan verður frá 25. juli til hin 2. august, við innleiðandi riðlum frá kl 19:00 um kvøldið og síðani finalum frá kl 10:30 dagin eftir.

Hetta verður okkum vitandi gjørt til at hóska sum best við ‘prime time’ sjónvarpstíð hjá amerikumonnum, har klokkan tá (sum er) verður 21:30 í New York tá ið finalurnar byrja í Tokyo, og 18:30 í Los Angeles.

Eg skrivi “sum er”, tí at japanarar umhugsa at innføra serliga summartíð nú til OL 2020, so mikið seriøst at forsætismálaráðharrin Shinzo Abe hevur sett eina kanning í verk, og at stjórin fyri Tokyo 2020 stuðlar hugskotinum. Alt til at royna at flyta kappingarnar burtur frá tí ringasta summarhitanum, har í Japan.

Her í Føroyum er klokkan 02:30 um náttina, tá ið hon (sum er) er 10:30 á OL í Tokyo, og tað er tí fyri so vítt einki kupp fyri okkum svimjiáhugaði, líka mikið um finalurnar liggja har ella 1-2 tímar fyrri ella seinni.

‘Morgun-finalur’ vórðu eisini royndar á OL 2008 í Beijing, og gekk tað fyri so vítt ókey. Altso fyri svimjararnar. Teir eru jú vanir at svimja bæði morgun og kvøld 🙂

Og viðvíkjandi summarhitanum, so verður svimjistevnan tíbetur innandura.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.