Innbjóðing til FM á stuttgeil 2018

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2018, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 26. til 28. oktober 2018.

Hendan stevna er FINA góðkend úttøkustevna til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2018, sum verður í Hangzhou í Kina í desember mánaða.

Hartil er hon fyrsti møguleiki av fýra hjá føroyskum svimjarum at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2019, sum verða á Gibraltar.

Og so enda kravtíðarskeiðini hjá okkum eisini hetta vikuskiftið, til HM á stuttgeil 2018 umframt til NM og NJM í Finnlandi, eisini í desember.

Sí viðkomandi kravtíðarskipanir:

FM á stuttgeil 2018 verður sum vant sjónvarpað í Kringvarpi Føroya, umframt at til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis á LiveTiming.se

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.