Frálík byrjan uppá EM 2018 í Glasgow

Føroyskir svimjarar royna seg í hesum døgum á EM 2018 í Glasgow, og gongur tað uppá stás. Tríggjar ferðir luttøka og tríggjar ferðir persónlig met, nú tríggir dagar eru avgreiddir her hjá føroyingunum 🙂

Tey bæði sum luttaka fyri Føroyar, eru Alvi Hjelm (1996) úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen (2000) úr Ægir.

Teirra luttøka er hendan:

  • Frí 3/8, 400 frí menn, Alvi 4:06.77 (#38 av 41)
    – svam 4:02.29 (749 FINA, #33 av 35)
  • Ley 4/8, 50 rygg kvinnur, Signhild 29.96 (#43 av 53)
    – svam 29.54 (768 FINA, #31 av 51)
  • Sun 5/8, 200 blandað menn, Alvi 2:08.41 (#32 av 35)
    – svam 2:07.88 (708 FINA, #31 av 32)
  • Mán 6/8, 100 rygg kvinnur, Signhild 1:03.01 (#41 av 53)
  • Mik 7/8, 200 rygg kvinnur, Signhild 2:14.99 (#28 av 32)
  • Hós 8/8, 400 blandað menn, Alvi 4:31.50 (#32 av 36)

Her eru nakrar myndir frá stevnuni

 

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.