Í sambandi við landsliðsleguna í Havn nú í vikuskiftinum, fara lyklapersónar eisini at læra seg at brúka nýggju TritonWear útgerðina, sum er keypt til “FINA Olympic Aquatics Support Programme” verkætlanina hjá Svimjisambandinum og Fróðskaparsetri Føroya.
Vit byrja við einum “TritonWear Onboarding” tiltaki í ÍSF-høllini í annaðkvøld frá kl 19 av, fríggjakvøldið hin 15. juli 2018, har umboð hjá TritonWear fer at greiða frá skipanini, í videosamrøðu úr Toronto í Kanada. Hetta tiltak er fyrst og fremst til teir venjarar sum skulu brúka skipanina til dagliga, umframt onnur tøknilig fólk hjá feløgunum.
Og leygardagin og sunnudagin er tað so sum partur av landsliðsvenjingini, at venjararnir fara at royna at brúka skipanina, í tann mun sum vit nú einaferð finna útav at brúka hana. Ein týðandi partur í uppsetingini av skipanini, er at tryggja okkum at tað verður gjørt soleiðis, at sum flest fáa nyttu av henni.
Tiltakið er sum útgangspunkt opið fyri áhugaðum, men ynskja vit tó at líka fáa eina fráboðan frá teimum sum ætla sær at møta, til at hava eina hóming av hvussu nógv vit verða, og nær vit eru fullmannað. Skrivi til mín á rokur [kurla] ssf.fo, um tit ætla tykkum at møta.
Vegna SSF
Rókur