1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum

Svimjisamband Føroya fer í næstum undir stóra verkætlan saman við Fróðskaparsetrinum, til at byggja upp eina røð av standardtestum til føroyskar svimjarar. Hetta í samstarvi við Human Performance Lab á granskingardeplinum iNOVA og Københavns Universitet, og við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA.

Verkætlanin er okkara ískoyti til nýggja “FINA Olympic Aquatics Support Programme”, har FINA bjóðar seg til at stuðla sínum limalondum við upp til US$ 25.000 um árið, til menning av fyrisiting og professionalismu, til dømis tá ið tað kemur til útgerð og útbúgving av íðkarum og venjarum.

SSF og Fróðskaparsetrið søktu um stuðul til menning av eini røð av standardtestum til føroyskar svimjarar, undir heitinum “Building a Testing Regime for Faroese Swimmers”. Verkætlanin strekkir seg yvir 4 ár, so at vit í 2021 vónandi hava eina reglufasta skipan til test av føroyskum svimjarum.

Tær fyrstu US$ 25.000 eru játtaðar av FINA, fyri ætlaða virksemið í 2018, og hevur Svimjisambandið hartil bundið seg til at leggja tilsvarandi upphædd í verkætlanina, so at samlaða upphæddin verður umleið 300.000 krónur í 2018, ella umleið 1,2 milliónir krónur tilsamans, fram til og við 2021.

Fyrsti liður í verkætlanini er eitt framhald av granskingarverkætlanini frá 2016, har føroyskir úrvalssvimjarar vórðu testaðir á Human Performance Lab á iNOVA í Tórshavn, til at vita um ein sokallað Critical Power Test á svimjiergometri kundi lýsa teirra svimjievni í vatni.

Úrslitini vóru rættiliga lovandi, og verður tí farið undir eitt líknandi umfar nú, har vit umframt at royna at staðfesta at testin riggar, eisini fara at kanna hvussu hon háttar seg í mun til ta venjingarnøgd sum svimjarin verður útsettur fyri um sama mundi.

Til hetta er hátøknilig útgerð bíløgd, ið við støð í Tórshavn, Klaksvík og Vági kann skráseta hvønn metur sum útvaldu svimjarar svimja, við útgreining av øllum møguligum lutum so sum svimjigrein og ferð, armtakslongd, orku í avsetti og metrar svomnir undir vatni.

Granskararnir verða teir somu sum í 2016, Magni Mohr, Phd og lektari í Human Fysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, og Nikolaj Nordsborg, Phd og lektari í Human Fysiologi á Københavns Universitet. Hartil Juan Jaime Arroyo Toledo, høvuðsvenjari hjá Ægir og Phd í ítróttarvísund.

Svimjisambandið hevur bundið seg til at lata inn ávegisfrágreiðingar og roknskap til FINA, og kann so á hvørjum ári í november søkja um stuðul til næstkomandi ár, fram til og við 2020. Ætlan okkara er tí eisini hvørt árið at eftirmeta verkætlanina í oktober, og tá fastleggja virksemið til komandi ár.

Svimjisamband Føroya heldur at hetta átak hjá FINA er ein kærkomin hjálp, til okkum at kunna byrja uppá veruliga skipað landsliðsarbeiði, við útgerð og royndum sum kunnu hjálpa okkara svimjarum fram til enn betri úrslit.

Verkætlanin í 2016 gav okkum nakrar ábendingar sum síðani hava givið úrslit, og eru vit sjálvsagt sera glað og takksom fyri tað hjálp sum vit her fingu og fáa frá viðkomandi serfrøðingum, umframt frá svimjarum, venjarum og eldsálum annars í okkara svimjifeløgum.

Tí gleða vit okkum eisini til hesa næstu fasu, og til hesu næstu fýra árini at vónandi byggja upp eitt veruligt testumhvørvi, og eina testprotokoll, ið ein dag kanska kann brúkast av øðrum eisini.

Vegna Svimjisamband Føroya og Fróðskaparsetur Føroya

Rókur í Jákupsstovu og Magni Mohr

One thought on “1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum”

Ger viðmerking