Aftur í dag svumu í øllum førum tey skjótastu skjótt, tá ið annar dagur á HS-stevnuni 23. til 24. september 2017 varð svomin. Tey eru nú fleiri sum hava staðfest sína støðu sum NM- og NJM-kandidatar, longu aftaná fyrstu stevnu í svimjiárinum 2017-2018, og summi enntá upp til fleiri ferðir.
Í 800 frí svumu Vár Eidesgaard (2001, HS) og Eyðrið Mortensen (2003, HS) væl og virðiliga undir kravtíðina 9:35.78 til NJM 2017, við ávikavíst 9:10.85 og 9:26.95, har Eyðrið enntá ‘bara’ skuldi klára kravtíðina til yngru juniorarnar á 9:55.63.
Í 1500 frí svam Johan N. Dam (2002, HS) sum einsamallur harri í teirri kappingini 16:38.79, sum er væl undir NJM-kravtíðina fyri teir yngru juniorarnar á 17:28.80, og hartil greitt skjótari enn kravtíðina til teir sum eru eldri enn hann á 16:53.84.
Í 100 bringu vann Róland Toftum (1998, SuSvim) við 1:03.70, har kravtíðin til NM er 1:04.22.
Og í 100 rygg vann Signhild Joensen (2000, Ægir) við 1:02.63, har kravtíðin til NM er 1:04.38.
Um vit royna at gera upp, so eru tey kvalifiseraðu frá hesi stevnu:
NJM 2017 – yngri bólkur
- Eyðrið Mortensen (2003, HS) í 400 frí (4:40.33), 800 frí (9:26.95), 200 rygg (2:25.02)
- Alisa Vestergaard (2003, SuSvim) í 100 frí (1:00.69), 200 frí (2:11.83), 400 frí (4:40.61)
- Johan N. Dam (2002, HS) í 200 frí (2:00.23), 400 frí (4:14.49), 1500 frí (16:38.79)
- Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) í 200 frí (2:03.72)
NJM 2017 – eldri bólkur
- Vár E. Eidesgaard (2001, HS) í 400 frí (4:28.65), 800 frí (9:10.85), 100 firvald (1:03.26)
NM 2017
- Signhild D. Joensen (2000, Ægir) 100 frí (58.11), 200 frí (2:06.03), 50 rygg (29.46), 100 rygg (1:02.63), 200 rygg (2:13.27)
- Róland Toftum (1998, SuSvim) í 50 bringu (28.94), 100 bringu (1:03.70)
Øll úrslit frá stevnuni kunnu síggjast her á livetiming.se
Næsta stevna av hesum slag verður Ægir Open hin 21. og 22. oktober, og er hetta tá eisini seinasti kjansur at klára kravtíð í Føroyum, áðrenn FM á stuttgeil hin 3. til 5. november 2017.
Men áðrenn tað verður sokallaða Argjastevnan hjá Havnar Svimjifelag, longu næsta leygardag hin 30. september, og er hon fyri okkara yngstu aldursbólkar.