Havnar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnu í Gundadali, sum er fyrsta svimjistevna í svimjiárinum 2017-2018. Og hóast vit ikki eru meira enn byrjað, so vóru tað nógvir svimjarar sum longu í gjár staðfestu sítt støði til altjóða stevnur í vetur.
Vár Eidesgaard (2001, HS) legði hart út við í 400 frí at svimja 4:28.65, har kravtíðin til NJM í Íslandi fyri hennara bólk er 4:37.52. Sára Nysted (2001, SuSvim) var ikki so langt aftanfyri heldur við 4:38.17, meðan Eyðrið Mortensen (2003, HS) við 4:40.33 og Alisa Vestergård (2003, SuSvim) við 4:40.61 svumu undir kravtíðina 4:47.09 fyri hesar yngstu í NJM-bólkinum.
Í 400 frí fyri harrar svam Johan N. Dam (2002, HS) seg trygt undir NJM-kravtíð, við at vinna kappingina í tíðini 4:14.49, har kravtíðin til NJM fyri hansara bólk er 4:24.28, og kravtíðin fyri tann eldra NJM-bólkin 4:15.37.
Í 50 bringu fyri harrar svam Róland Toftum (1998, SuSvim) seg somuleiðis trygt undir NM-kravtíð, við at vinna og svimja 28.94 har kravtíðin til NM er 29.55.
Í 50 rygg vann Signhild Joensen (2000, Ægir) kappingina fyri kvinnur við 29.46, har kravtíðin til NM er 29.90.
Í 100 frí vann Signhild Joensen (2000, Ægir) gull við 58.11, har kravtíðin til NM er 58.83, meðan Alisa Vestergård (2003, SuSvim) við 1:00.69 og bronsu svam undir NJM-kravtíðirnar bæði fyri sín bólk á 1:03.04, og eldra NJM-bólkin á 1:00.93.
Hatta var um morgunin, og um seinnapartin vann Signhild Joensen (2000, Ægir) so aftur gull í 200 rygg við 2:13.27, har kravtíðin til NM er 2:18.42. Eyðrið Mortensen (2003, HS) svam eisini skjótt, 2:25.02 og silvur, har NJM-kravtíðin fyri hennara bólk er 2:28.31.
Í 100 firvald svam Vár Eidesgaard (2001, HS) seg trygt undir NJM-kravtíðina 1:05.73, við at vinna í tíðini 1:03.26, meðan Jana B. Thomsen (2000, Ægir) við 1:03.48 og silvur svam heilt nær NM-kravtíðini 1:03.46.
Í 200 frí vann Signhild Joensen (2000, Ægir) gull við 2:06.03, har kravtíðin til NM er 2:07.17, og Alisa Vestergård (2003, SuSvim) bronsu við 2:11.83, har NJM-kravtíðin fyri hennara bólk er 2:16.25.
Og í 200 frí fyri menn svumu teir báðir Johan N. Dam (2002, HS) og Bartal Eidesgaard (2003, HS) seg trygt undir NJM-kravtíð, við at svimja 2:00.23 og 2:03.72 har kravtíðin fyri yngra NJM-bólkin er 2:04.04.
Nú seinnapartin verður aftur kappast, frá kl 14:00 í 12 kappingum íroknað okkara eftirhondini føroyagreinum 800 og 1500 frí. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se, og annars at síggja øll úrslit her.
Altjóða meistarastevnurnar í vetur eru Norðurlendska JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan (NJM/NM 2017) í Íslandi hin 1. til 3. desember 2017, umframt EvropaMeistarastevnan á stuttgeil (EMS 2017) í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember 2017.
Kravtíðirnar síggjast her, og eru tey væl at merkja onnur enn hesi nú sum hava klárað kravtíðir eisini, bæði til NJM/NM og EMS 2017, á stevnum innanfyri kravtíðarskeiðini. Vit skulu fara at lista upp seinni, og eisini gera upp hvussu varð við heiðursmerkjum millum svimjarar og feløg á hesari stevnu.
Sum nakað heilt nýtt í ár verður FM á stuttgeil í vetrarhálvuni, og enda kravtíðarskeiðini til NJM/NM og EMS tí eisini við hesari stórslignu og avgerandi meistarastevnu í Havn hin 3. til 5. november 2017. SSF er farið undir fyrireikingarnar til FM, umframt eftirfylgjandi landsliðslegu hin 17. til 19. november.