Fyrsti dagur er farin afturum á Danish Open 2017, við rættiliga góðum úrslitum til føroyingar. Óli Mortensen vann silvur í 400 frí, og Magnus Jákupsson gull í 100 rygg. Hartil vórðu Róland Toftum og Alvi Hjelm nr 1 og 2 í C-finalu í 200 bringu.
Føroyingar í finalu á Danish Open 2017 – Dagur 1
- Óli Mortensen (1996) 3:57.61 og silvur í 400 frí
Besta tíð hjá Óla er 3:56.76 frá Danish Open í fjør - Magnus Jákupsson (1994) 56.56 og gull í 100 rygg
Besta tíð hjá Magnusi er 55.46 frá Danish Open í fjør - Róland Toftum (1998) 2:27.98 og nr 18 í 200 bringu
Besta tíð hjá Rólandi er 2:23.72 frá RIG 2016 - Alvi Hjelm (1996) 2:28.25 og nr 19 í 200 bringu
Hetta var persónligt met í mun til 2:30.86 frá Lyngby Open 2017
Fyri Magnus Jákupsson er hetta fyrsta av tveimum stevnum har hann sum danskur svimjari kann kvalifisera seg til HM í Budapest í summar, og er næsti møguleiki á Stockholm Swim Open í apríl mánaða.
Fyri Óla, Róland og Alva galda føroysku treytirnar, har kravtíðarskeiðið er fram til og við FM á langgeil í Vági í mai mánaða, og umfatandi eisini stevnur sum Danish Open og Stockholm Swim Open.
Óli Mortensen er til nú hin einasti føroyingur afturat Páli Joensen sum hevur klárað kravtíð til HM í summar.