Úrslit frá Ægir-stevnuni 11. og 12. februar 2017

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 11. og sunnudagin 12. februar 2017. Ein góð og spennandi kapping, har hæddarpunktið vælsagtans var føroyska metið hjá Vár í 1500 frí, umframt at Signhild og Vár staðfestu sínar dygdir til Oyggjaleikir 2017.

SwimRankings telur upp at tey vóru tilsamans 124 svimjarar úr 5 feløgum sum kappaðust tilsamans 685 ferðir í einstaklingakapping umframt 56 ferðir sum lið, í tilsamans 40 kappingargreinum.

Marius á veg at vinna firvald í Klaksvík. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina.

Topp 10 úrslit (mett eftir FINA stigum)

  1. Signhild Joensen (2000), Ægir 714 stig fyri 1:01.56 í 100 rygg
  2. Vár E. Eidesgaard (2001), HS 706 stig fyri 17:12.63 í 1500 frí
  3. Signhild Joensen (2000), Ægir 703 stig fyri 2:14.04 í 200 rygg
  4. Marius I. Gardshodn (1998), HS 695 stig fyri 8:20.50 í 800 frí
  5. Signhild Joensen (2000), Ægir 686 stig fyri 2:05.60 í 200 frí
  6. Jana B. Thomsen (2000), Ægir 679 stig fyri 2:06.02 í 200 frí
  7. Signhild Joensen (2000), Ægir 670 stig fyri 29.33 í 50 rygg
  8. Marius I. Gardshodn (1998), HS 656 stig fyri 4:04.23 í 400 frí
  9. Lena Rannváardóttir (1998), HS 645 stig fyri 17:43.92 í 1500 frí
  10. Vár E. Eidesgaard (2001), HS 637 stig fyri 27.00 í 50 frí

Úrslit undir kravtíð til Oyggjaleikir 2017

  • Signhild Joensen (2000), Ægir 1:01.84 í 100 rygg, kravtíð 1:04.49
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 1:01.56 í 100 rygg*, kravtíð 1:04.49
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 2:14.04 í 200 rygg, kravtíð 2:19.05
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 29.33 í 50 rygg*, kravtíð 30.47
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 29.63 í 50 rygg, kravtíð 30.47
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 28.37 í 50 firvald, kravtíð 28.95

* Fyrsti svimjari í liðsvimjing

Signhild og Vár vóru longu undan hesi stevnu millum tey 9 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir á Gotlandi í summar, og hópurin vaks tí ikki á hesi næstseinastu stevnu

Næsti og síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017, er á FM á stuttgeil í Tórshavn hin 24. til 26. mars 2017.

HS vann mest

Hóast heiðursmerki ikki vórðu givin á hesi stevnu, so kunnu vit telja upp gull, silvur og bronsuplaseringar, til at meta um hvat felag sum vann mest.

Felag Gull Silvur Bronsa
Havnar Svimjifelag 25 20 20
Ægir 14 15 13
FLOT 2 3
Fuglafjarðar Svimjifelag
Reysti

Nálir handaðar á hesi stevnu

Nálavinnarar í Klaksvík. Lis í Jákupsstovu eigur myndina.

Talentnálir

  • Maria Poulsen (2004), HS 35.01 í 50 frí á Ægir-stevnu 11. feb 2017
  • Sunniva Leo (2005), Reysti 34.54 í 50 frí á Ægir-stevnu 11. feb 2017

Bronsunálir

  • Anna Højgaard (2004), HS 33.55 í 50 frí á Ægir-stevnu 11. feb 2017
  • Miriam Mortensen (2004), HS 1:13.65 í 100 frí á Ægir-stevnu 11. feb 2017
  • Jonna Joensen (2005) Reysti 32.59 í 50 frí á HS-stevnu 17. des 2016
  • Emma L. Nagurset (2004), Reysti 32.26 í 50 frí á Ægir-stevnu 11. feb 2017
  • Johanna Eidesgaard (2004), HS 1:15.17 í 100 frí á SuSvim-stevnu 14. jan 2017

Bronsunálir við stjørnu

  • Sólveig Steinhólm (2002), Ægir 30.77 í 50 frí á HS-stevnu 17. des 2016
  • Bjørt A. Sigurðsson (2004), Ægir 1:07.07 í 100 frí á HS-stevnu 17. des 2016
Nálavinnarar í Klaksvík. Joan Kristina í Jákupsstovu eigur myndina.

Silvurnálir

  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir 36.58 í 50 bringu á RIG 27. jan 2017
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS m.a. 4:42.90 í 400 frí á HS-stevnu 20. nov 2016

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.