Vár 17:12.63 og føroyskt met í 1500 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani risastórt nýtt føroyskt met og juniormet í 1500 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 17:12.63. 

Mona Simonsen átti føroyska metið á 17:23.25 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2008, meðan Vár sjálv átti juniormetið á 17:26.75 frá tá ið hon vann gull á FM á stuttgeil í 2016.

Ger viðmerking