Pál millum favorittarnar á World Cup í Dubai

Nú er luttakaralistin kunngjørdur til World Cup stevnuna sum verður í Dubai, fríggjadagin og leygardagin 6. og 7. november 2015. Pál hevur næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí, men eru teir tríggir Stephen Milne, Mykhailo Romanchuk og Sergii Frolov har eisini, sum svumu skjótari enn Pál í Doha. Óli Mortensen og Alvi Hjelm fara eisini at luttaka, Óli í 400 og 1500 frí, og Alvi í 200 og 400 frí.

Dubai Sunset

Image courtesy of the_dead_pixel, CC BY 2.0

Í Dubai er føroyska luttøkan:

Kapping 10 – Menn 400 frí

  • Pál Joensen (1990) 3:50.22 og nr 12 av 59 – svam 3:53.39 í Doha
  • Óli Mortensen (1996) 3:59.67 og nr 32 av 59 – svam 4:02.76 í Doha
  • Alvi Hjelm (1996) 4:05.26 og nr 37 av 59 – svam 4:12.42 í Doha

Kapping 18 – Menn 200 frí

  • Alvi Hjelm (1996) 1:57.80 og nr 55 av 80

Kapping 31 – Menn 1500 frí

  • Pál Joensen (1990) 14:50.59 og nr 2 av 27 – svam 15:13.69 í Doha
  • Óli Mortensen (1996) 15:49.14 og nr 20 av 27 – svam 15:54.34 í Doha

Um vit hyggja nærri at luttakaralistanum í 1500 frí, so er tað væl serliga tilmeldingartíðin hjá fremsta svimjaranum Ahmed Mathlouti sum stingur seg burtur úr … ein reguler ‘fantom-tíð’ á 14:35.43, sum ikki er at finna í skráunum hjá FINA. Allarhelst ein feilur.

Men hinar tríggjar Milne, Romanchuk og Frolov kenna vit nú frá 1500 metrinum í Doha, týsdagin, og vita at teir alt annað líka kunnu koppa Páli aftur nú í Dubai. Franski Damien Joly luttekur ikki í Dubai, men hinvegin er til dømis ungarski Gergo Kis longri niðri á listanum, ið vit kenna frá HM í Shanghai á sinni.

Í 400 frí eru allir teir við nú í Dubai sum komu í finaluna í Doha, undantikið Welson Sim úr Malaysia. Pál varð sum kunnugt nr 9 í Doha, og kom tí akkurát ikki í finaluna, men nú eru hesin tunesiski Ahmed Mathlouti eisini millum favorittarnar, umframt suðurafrikanski Devon Brown.

Til ber at síggja finalurnar beinleiðis á FinaTV, umframt at úrslitini fara at kunna síggjast beinleiðis á omegatiming.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.