Pál 15:13.69 og nr 5 í 1500 frí á World Cup í Doha

Pál Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg aftur í dag á World Cup stevnuni í Doha, Pál og Óli í 1500 metra frísviming, og Alvi í 200 metra blandaðari svimjing. Pál svam í skjótasta riðli í 1500 frí, og endaði har sum nr 5 við tíðini 15:13.69.

pal4

Tað var annars Pál sum hevði bestu tilmeldingartíð, 14:50.59 frammanfyri bretska Stephen Milne á 15:53.83. Og tað vóru eisini millum annað teir sum løgdu harðast út, Milne fremst við nýsælendska Nathan Capp á geil 1 í hølunum.

Pál legði so á tá ið umleið 450 metrar vóru farnir, og var fremst upp til umleið 850 metrar, tá ið ukrainski Mykhailo Romanchuk fór framum. Romanchuk fór so við og við longri og longri frá, meðan Damien Joly eisini svam seg upp til og fram um Pál.

Ímóti endanum fingu Milne og ukrainski Sergii Frolov eisini fatur á Páli, Frolov umleið tá ið 50 metrar vóru eftir, so at Pál endaði sum nr 5. Tíðirnar vóru sum heild rættiliga væl frá teirra bestu tíðum, sum bendir á at teir allir enn eru í tungari venjing. Um enn ‘sjálvt’ fimtaplássið hjá Páli var skjótari enn A-kravið hjá FINA til OL í Rio.

Í morgun royndi Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag seg eisini í 1500 metra frísvimjing, og svam tá 15:54.34 í mun til eina tilmeldingartíð á 15:49.14. Nakað áðrenn tað hevði Alvi Hjelm roynt seg í 200 metra blandaðari svimjing, og svam har 2:12.46 í mun til eina tilmeldingartíð á 2:08.98.

Alvi varð nr 20 av 29 í 200 blandað, meðan Óli varð nr 12 av 20 í 1500 frí. Hetta passar nøkulunda við teirra styrkismeting á startlistunum, har Óli var nr 16 av 26 tilmeldaðum, og Alvi nr 19 av 31.

Øll úrslitini frá Doha kunnu síggjast her á omegatiming.com. Stevnan har er nú liðug, og fara teir tríggir so víðari til síðstu World Cup stevnu í hesari røðini, sum er í Dubai nú fríggjadagin og leygardagin. Startlistarnir har eru ikki komnir út enn.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.