Lívbjargingardómarar hjá Svimjisambandi Føroya hava seinastu vikurnar vitjað svimjihallir runt landið, til at dagføra lívbjargarar á staðnum, og seta nýggjar við. Hetta sum partur av lívbjargingarátakinum hjá SSF, við forleingilsi út í kommunur, skúlar og samfelagið annars.
Mánadagin hin 31. august skipaðu Jórun Eið, Rúni Gaardbo og Pálin Olsen fyri lívbjargingarroynd á Toftum, har 5 vaksnir FLOT-venjarar endurnýggjaðu síni prógv, og 4 tóku tað fyri fyrstu ferð. 3 av hesum 4 hava tó fyrr tikið ‘lítlu lívbjargingarroyndina’, sum er fyri ungar venjarar millum 13 og 17 ár. Hartil tók 1 ung dama lítlu lívbjargingarroyndina.
Mánadagin hin 7. september vóru Sørin S. Djurhuus og Rúni Gaardbo í Klaksvík, har øll tey 8 starvsfólkini hjá Klaksvíkar Svimjihøll tóku royndina, íroknað billettdaman sum annars ikki til dagliga stendur sum lívbjargari á kantinum.
Hósdagin hin 10. september vóru Jórun Eið og Sørin S. Djurhuus í Leirvík, har 6 venjarar hjá svimjifelagnum Reysti stóðu lívbjargingarroyndina.
Og nú í vikuskiftinum var Sørin S. Djurhuus í Vági, har 14 lívbjargarar fingu prógv. Hetta vóru fólk sum høvdu teknað seg hjá Vágs Kommunu, millum annað úr vinnulívinum, skúla, stovnum og Suðuroyar Svimjifelag. Har ímillum ein alari, sum ikki er lívbjargari til dagliga, men sum gjarna vildi føla seg tað tryggari.
Lívbjargarar skulu endurnýggja síni prógv á hvørjum ári, og fellur tað tí rættiliga náttúrliga hjá svimjifeløgunum at fáa tað avgreitt her í byrjanini av svimjiárinum, serliga til at fáa roynt teir nýggju venjararnar.
Svimjisamband Føroya tók í 2009 ta prinsippavgerð, at eingin svimjing eigur at fara fram í føroyskum svimjifeløgum, uttan at lívbjargari er til staðar. Hendan lívbjargingarskipan er síðani mennt so mikið, at Svimjisambandið kann bjóða øllum her heima at taka lívbjargingarroynd, og eisini at útbúgva lívbjargingardómarar.
Áhugaði kunnu venda seg til Sørin S. Djurhuus, starvsnevndarlim í Svimjisambandi Føroya og primus motor hjá lívbjargingarskipan SSF.
Sørin S. Djurhuus
tlf +298 730 112
Sjúrðargøta 7
512 Norðragøta
sorin-s (kurla) olivant.fo