SSF fegnast um fyrsta FM á langgeil

Kringvarpið ringdi í morgun, at práta um fyrsta FM á langgeil, og um langhyljar yvirhøvur. Nú var tað eitt sindur tíðliga á morgni, so alt varð kanska ikki akkurát so væl orðað; men her er samrøðan á kvf.fo.

Untitled

Eitt eg burdi hava skotið uppí, tá ið vit tosaðu um tað ber til at venja á stuttgeil fram ímóti langgeil, var at tað sjálvsagt altíð er best at venja í somu hyljalongd sum tú skalt kappast í. Eg hugsaði í samrøðuni ov nógv um hin spurningin, um tað yvirhøvur ber til at venja í einum 25 metra hyli, tá ið tú skalt kappast á 50 metrum.

Tað er ikki uttan orsøk at vit so ofta hava hoyrt um at Svimjisambandið og feløg eru farin uttanlanda at venja á langgeil. Tí tað er øðrvísi og krevur tilvenjing, at kappast á langgeil. Tað er hasir eyka 25 metrarnir av reinari svimjing hvørja longd sum tú skalt venja teg við, og tøkini mugu gjarna eisini vera eitt lítið sindur longri.

Suðuroyingar fara tí alt annað líka at hava ein fyrimun tá ið vit kappast á langgeil, tí at tey til dagliga hava ein langhyl at venja í. Og tað er lættari hjá einum langgeilasvimjara at svimja gott á stuttgeil, enn øvut.

Men man ikki nokk so nógv venjing fara at flyta seg til Suðuroyar, nú langhylurin verður tikin í nýtslu? Eg vænti onkunsvegna at føroysk svimjing meira ella minni fer at flyta til Vágs, so hvørt sum langgeilatíðin nærkast, í tann mun sum tað yvirhøvur liggur fyri við skúla og arbeiði og frítíð og ferðing.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.