Pál besta avrik av monnum á North Sea Swim Meet 2014

Pál Joensen vann sær ein altjóða heiður afturat í kvøld, tá ið hann á North Sea Swim Meet í Stavanger fekk premiu fyri at hava framt besta avrik har av øllum mannligu luttakarum. Hetta fyri at vinna 800 metra frísvimjing við 8. bestu tíð í heiminum í ár, 7:46.62.



Og tað var ikki hissini premia sum hann fekk fyri tað, tí heiðurslønin fyri tað var 10.000 norskar krónur, umframt eitt EDOX ur vert 15.000 norskar krónur.

Image courtesy of Bjørn Wigdel / North Sea Swim Meet 2014

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.