Pál 15:10.38 og silvur í 1500 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen vann sær í dag sítt næsta silvurheiðursmerki á Mare Nostrum stevnunum 2014, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing finaluni í Barcelona svam teinin uppá 15:10.38, beint aftanfyri suðurafrikanska Devon Myles Brown á 15:10.02.

Tað var ein av hesum klassisku kappingunum hjá Páli, har hann legði hart út og dró frá fyrst nógvu hundrað metrarnar, fyri síðani at verða innheintaður ímóti endanum.

(Heiðursmerki hjá Páli á Mare Nostrum 2014. Pál Joensen eigur myndina)

Munurin millum Pál og endaliga vinnaran Brown var 3.2 sekund eftir fyrstu 500 metrar, sum er einar 3 kroppslongdir, men minkaði síðani fyrst spakuliga til umleið 2 sekund við 800, tá ið Brown sett sítt álop inn. Frá 1000 til 1300 var munurin millum hálvt og heilt sekund, og at enda var tað so Brown sum vann spurtin.

Hinir svimjararnir vóru meira ella minni sleptir beinanvegin, men komu tó nærri ímóti endanum. Bronsuvinnari gjørdist bretski Stephen Milne við 15:15.82, og teir báðir bronsu- og silvurvinnararnir frá 800 metrinum í Canet hósdagin gjørdust so ávíkavist nummar 4 og 5 – spanski Marc Sanchez Torrens við 15:20.13 og franski Damien Joly við 15:20.99.

Pál vann sostatt tvey silvurheiðursmerki á Mare Nostrum stevnunum 2014, við fyrst at vinna silvur í 400 metra frísvimjing í Monaco síðsta leygardag, og síðani silvur nú í 1500 í Barcelona.

Afturat tí hava okkara yngru svimjarar sett 5 føroysk juniormet og 1 føroyskt met, hesar dagarnar á Mare Nostrum 2014:

í Canet

  • Óli Mortensen (Havnar Svimjifelag) 4:01.34 og juniormet í 400 frí
  • Óli Mortensen (Havnar Svimjifelag) 8:13.75 og juniormet í 800 frí
  • Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 1:01.30 og juniormet í 100 frí

í Barcelona

  • Óli Mortensen (Havnar Svimjifelag) 2:11.04 og føroyskt met og juniormet í 200 firvald
  • Óli Mortensen (Havnar Svimjfelag) 15:54.62 og juniormet í 1500 frí

Úrslitalistin frá 1500 frí er viðfestur.

Annars síggjast øll úrslit frá í dag her á natacio.cat

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.