Lesið her á berns.dk, Bernstorffsminde Efterskole fær nú nýggjan skúlastjóra, sum er hin í svimjihøpi rættiliga kendi Lars Kirkegaard, ið millum annað fekk Louise Ørnstedt fram til góð altjóða úrslit á sinni. Nú skal hann væl fyrst og fremst vera skúlastjóri á Berns; men tað er tó so áhugavert fyri eisini svimjiáhugaðar føroyingar, við tað at hesin eftirskúlin hevur millum annað svimjing sum linjufak, og hartil reinasta baðivatn í Danmark. Teir eru eftirhondini nokk so nógvir føroyingar sum hava roynt seg á Berns, nú seinast Guðrun Mortensen sum gongur har á skúla í løtuni.
Month: mars 2014
Danish Open 2014 live stream á DR.DK
So er tað í morgin at Danish Open byrjar í Bellahøj, við luttøku av eisini eini rúgvu av føroyskum svimjarum. Sí svoem.org og pressuskrivið her á svoem.dk. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.dk, og hartil verður live stream frá finalunum her á dr.dk. Kappast verður fram til og við sunnudagin 30. mars.
Meistarastevnan fyri Ung flutt til at verða í Havn 25. – 26. apríl 2014
Kunning frá Svimjisambandi Føroya
Góðu tit øll,
sum tit øll vita, er tað neyðugt at flyta Meistarastevnuna fyri Ung í ár. MU er sett at vera í Klaksvík 25. til 27. apríl.
Starvsnevndin hevur í dag avgjørt, at MU verður flutt til Havnar og verður svomið flaggdagin fríggjadagin 25. og leygardagin 26. apríl, soleiðis at svomið verður morgun og seinnapart báðar dagarnir.
Innbjóðingin kemur í komandi viku.
Vinarliga
Jon Hestoy
Stór føroysk luttøka á Danish Open 2014
Danska svimjsambandið skipar nú 27. til 30. mars fyri Danish Open 2014, við luttøku av eisini nógvum føroyingum. Hóast hetta ikki er meistarastevna sum so, so er hetta ein ógvuliga týðandi stevna fyri tey sum royna at koma á donsku landsliðini, við tað at hon er úttøkustevna hjá teimum til bæði EM og EJM 2014. Fyri okkum føroyingar verða mest spennandi kapping vælsagtans holmgongurnar millum Pál Joensen og Mads Glæsner á longru teinunum, umframt í hvønn mun teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen klára at svimja seg á danska landsliðið til EM í Berlin.
(Magnus Jákupsson, Frans Johannesen og Pál Joensen á Danish Open 2012 í Bellahøj. René Thomsen tók myndina.)
Startlistin til stevnuna sæst her á svoem.org, og Live Timing verður her. Eg royni her niðanfyri at lista upp teir føroyingar sum eg fann á listanum, íroknað teir sum svimja fyri Danmark. Um onkur er dottin burtur í millum, so fráboðið endiliga 🙂
Kapping 2, 100 bringa kvinnur (57 luttakarar)
- Turið S. Christiansen (1996, Ægir) 1:17.23 (53)
- Ásbjørg Hjelm (1999, Ægir) 1:17.38 (54)
Úrslit frá BankNordik stevnuni 22. – 23. mars 2014
Her eru úrslitini frá BankNordik stevnuni í Vági nú í vikuskiftinum, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Samlaða úrtøkan var at Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki, við Havnar Svimjifelag sum nummar tvey og Ægir sum nummar trý. Mest vinnandi svimjarar vóru Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag hjá monnum og Sólrun Kjærbo hjá kvinnum. Annars var mest merkisverda úrslit vælsagtans tá ið Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing.
Continue reading Úrslit frá BankNordik stevnuni 22. – 23. mars 2014
Óli 2:06.94 og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald
Óli Mortensen megnaði í dag at seta stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann á BankNordik-stevnuni í Vági svam teinin uppá 2:06.94. Ein øgilig betring í mun til nú fyrrverandi metið á 2:09.12, sum Magnus Jákupsson átti frá Norðurlendsku Juniormeistarastevnuni í 2010, og heldur ikki longur so øgiliga langt frá føroyska metinum á 2:03.96, sum Pál Joensen eigur frá HS-stevnu í apríl 2012. Óli svimur fyri Havnar Svimjifelag, og hevði áðrenn hetta 2:18.58 sum bestu tíð í 200 firvald, frá BankNordik-stevnu í Vági í 2012.
Sun Yang venur nú aftur saman við kinesiska landsliðnum
Tit minnast nokk rokið í november, tá ið Sun Yang krasjaði ein bil uttan at hava koyrikort, og tískil endaði bæði í fongslu, og við at verða bannaður av kinesiska svimjisambandinum frá bæði venjing og kapping í óásetta tíð. Nú er hann so aftur í venjing, gott nokk eini 10 kilo tyngri, siga kinesarar.
(videoin byrjar automatiskt, so eg koyrdi hana afturum ‘Les meira’)
Continue reading Sun Yang venur nú aftur saman við kinesiska landsliðnum
Úrslit frá BankNordik stevnuni í Vági í dag
Her er úrslitalistin frá BankNordik stevnuni í Vági nú seinnapartin 22. mars 2014. Brynhild Johannesen úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg til bronsunál í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon svam teinin uppá 2:50.80. Hetta við nálum er nakað sum svimjarar ganga høgt uppí, serliga tí at bronsunálin gevur atgongd til FM í svimjing.
Lea Midjord, Alisa Vestergård og Brynhild Johannessen úr Suðuroyar Svimjifelag fáa her bronsunál frá yvirdómaranum Elin Matras. Jón Bjarnason eigur myndina.
Úrslit frá BankNordik stevnuni í Vági í morgun
Viðfestur er úrslitalistin frá fyrsta parti av BankNordik stevnuni í Vági, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri hetta vikuskiftið. Av góðum úrslitum kunnu nevnast at Jana Thomsen úr Reysti svam seg til silvurnál við tíðini 1:03.01 í 100 metra frísvimjing, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard við tíðini 9:57.90 í 800 metra frí, umframt at Lea Midjord úr Suðuroyar Svimjifelag í 100 frí svam seg til bronsunál við tíðini 1:13.21.
Ein glað Jana Thomsen á SuSvim-stevnu í morgun. Morensa Thomsen eigur myndina.
Kappingarskrá BankNordik stevna 22-23 mars 2014
Viðfest er kappingarskráin fyri BankNordik stevnuni í Vági nú leygardagin og sunnudagin 22. og 23. mars 2014, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Tey byrja við upphiting klokkan 9 og kapping frá klokkan 10 í morgin árini, og kappast so í tveimum pørtum leygardag, og so aftur sunnudagin frá klokkan 14 (við upphiting frá kl 13).