Pál, Magnus og Alvi víðari til DM-finalu seinnapartin, Alvi silvur í juniorkappingini

Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Alvi Hjelm megnaðu í morgun at svimja seg víðari til finalu seinnapartin, á donsku meistarastevnuni á stuttgeil. Pál og Magnus við bestu tíð av øllum í greinini, Pál 3:50.04 í 400 frí og Magnus 1:59.97 í 200 rygg, og Alvi við 7. bestu tíð 3:55.88 í 400 frí. Frans Johannesen svam seg eisini í finalu í 400 frí, við 4. bestu tíð 3:52.42, so teir verða tríggir føroyingar í hasari donsku finaluni. Alvi vann sær hartil silvur í juniorkappingini.

Fwd: DKM 2013 myndir 2

(Alvi, Frans og Magnus í Gladsaxe. Jákup Jacobsen eigur myndina)

Markus Joensen bleiv nummar 28 í 200 metra blandað, við tíðini 2:15.53, og nr 37 í 100 bringu við tíðini 1:08.46. Guðrun Mortensen bleiv nummar 31 í 100 frí, við tíðini 59.58. Og í 4×50 frí fyri kvinnur megnaði Astrið Foldarskarð sum fyrsti svimjari hjá VAT-CPH at svimja teir 50 metrarnar uppá 27.57 sekund.

Fyri Magnus og Frans er ‘alt’ uppá spæl, á hesari donsku meistarastevnuni, við tað at tað er teirra kjansur at sleppa við til EM í Herning í desember. Fyri hinar er hetta meira ‘hygg’, at royna sínar kreftir av ímóti bestu dønum, umframt ein gyltur møguleiki at vinna sær donsk heiðursmerki í senior- og junior-bólkinum. Tí tey hava nevniliga øll fýra longu kvalifiserað seg til Herning, sum partur av føroyska liðnum. Eingin ivi er um at bestu danir eru til staðar á stevnuni nú, við tað at hon er einasti kjansur hjá teimum at kvalifisera seg til EM og NJM og NM, og vit síggja tí øll tey kendu nøvnini har, íroknað Mads Glæsner.

579304_663037407070171_1569598992_n

(Alvi Hjelm juniorsilvur á DMK 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Til ber at síggja finaluna live her á dr.dk, frá klokkan 16 seinnapartin, føroyska tíð.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.