Lítil “update” frá okkum her í Canet. Sunnudagur 14. juli 2013.
Eftir góðar 24 tímar seinkan komu vit endiliga fram til Canet en Roussillon. Eftir ein flogtúr úr Føroyum eftir midnátt, komu vit fram til Keypmannahavnar út á morgni. Vit fingu nakrar tímar á Hilton, og flugu víðari til Barcelona um 17-tíðina. Í Barcelona bíðaði ein bilur eftir okkum, ið koyrdi okkum teir gott 2 tímarnar til Frankaríkis.
Vit komu á hotellið í Canet væl eftir midnátt, og eftir eina langa samrøðu á hálvbrotnum enskum, teknmáli og telefonsamrøðum, bar til at fáa lyklarnar til kømurini.
Hóast vit høvdu ein heldur rokaligan túr til Frankaríkis, so var tað lítið av miklum í mun til tað íslendska landsliðið. Teirra túrur var útsettur frá klokkan 17, úr Íslandi til klokkan 20. Hetta førdi við sær at tey vóru ikki frammi á hotellinum fyrr enn klokkan 6.30. Hetta fann eg útav uppá tann keðiliga mátan, av tí at undirritaði hevur kamar við einum av teimum Íslendsku svimjarinum, sum stóð og buldraði á hurðina eitt sindur yvir 6.Tað er altíð gott at venja saman við íslendingunum, og haldið eg sjálvur at tað føroyska og íslendska landsliðið finna væl útav tí saman.
Hóast vit komu heldur seint til hotellið, var tað morgunvenjing dagin eftir, so at vit ikki svóvu ov leingi og oyðilegði okkum døgnrytmuna.
Vit hava verið og vant tvær ferðir í dag, í einum snotuligum 50 metur hyli. Umstøðurnar er í topp, við bæði góðum øki til útstrekking og upphiting, og einum fult útgjørdum fitness-sentrið sum vit kunnu nýta.
So nú tað líður at kvøldi, følir man veruliga ferðingina í kroppinum og tað at man ikki hevur fingið sovið heilt út.
Tað er ógvuliga heitt um dagin her, og vit spara ikki uppá sólkremið.
Viva la France!
Vit í Canet en Roussillon/BH