Startlistin til Oyggjaleikir 2013 á Bermuda er klárur

Jón Bjarnason hevur fingið hendur á viðfesta startlista til svimjistevnuna á Oyggjaleikum á Bermuda, sum avdúkar at tað so avgjørt ikki verður talan um nakra ‘B-stevnu’, tá ið kappingin fer av bakkastokki hin 15. juli 2013.

Isle of Man hevur Charlotte Atkinson og Grant Halsall, sum tilsamans liggja til at vinna eini 18 heiðursmerki, harav eini 9 úr gulli. Svenski landsliðssvimjarin Ida Sandin er við, sum liggur til at vinna eini 3 gullmerki í blandað og firvald. Hetland hevur Andrea Strachan, sum er favorittur til at taka 50 og 100 bringu. Og so eru beiggjarnir Shaune og Brett Fraser við fyri Cayman, sum luttóku á OL í Beijing í 2008, Shaune eisini á OL í 2004 og 2012, og í finalu í 200 frí á HM í Dubai.

Vit snakka um tíðir sum 48.54 (Brett) og 48.62 (Shaune) í 100 frí, 24.31 (Shaune) og 24.81 (Brett) í 50 firvald, og 22.91 (Brett) og 22.95 (Shaune) í 50 frí, har Roy-Allan Burch úr Bermuda enntá er greiður favorittur við starttíðini 22.02 (!)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.