Donsk skúlabørn fáa nú dagligt tilboð um ítrótt og rørslu

Danska stjórnin hevur júst kunngjørt sín skúlareform, sum millum annað ásetur at børn í donskum fólkaskúlum nú dagliga fara at fáa 45 minuttir av ítrótt og rørslu. Hetta nýtist ikki at vera vanligir ítróttartímar, men kann eisini vera til dømis ein rennitúrur í leypi av degnum, bóltspæl ella okkurt samstarv við ítróttarfeløg í nærumhvørvinum. Skúlarnir skulu eisini bjóða lektiucafé, har næmingarnir skulu møta at gera síni skúlating, ella fáa onkra aðra undirvísing ífall at tey og foreldrini ynskja at skúlatingini verða gjørd heima. Eftir øllum at døma hava tey konservativu blokerað reformin, so at hann fyrst kann koma í gildi aftaná hetta valskeiðið, men tað er so tað. Sí til dømis Politiken, DR og Ministeriet for Børn og Undervisning

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.