7 ferðir føroysk luttøka í finalum á Danish Open í dag

Tað gekk bara ókey fyri okkum føroyingar hendan fyrsta morgunin við innleiðandi riðlum á Danish Open 2013. Birita Debes er í hálvfinalu í 50 rygg við næstbestu tíð (og føroyskum meti) 30.12 sekund. Pál Joensen og Alvi Hjelm í finalu í 400 frí við bestu og sættbestu tíð 4:00.30 og 4:08.67. Og systrarnar báðar Victoria og Cecilia Wigant Eysturdal í B-finaluni í 400 frí við ávíkavist 10. bestu tíð 4:35.67 og 11. bestu tíð 4:37.04.

danish-open-2013

(Venjing á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Afturat teimum eru teir báðir við donskum svimjitjóðskapi Magnus Jákupsson í hálvfinalu í 50 rygg við sjeyndbestu tíð 28.76 sekund, og Frans Johannesen eisini í 400 frí finaluni við 4:07.66.

Finalurnar byrja kl 17:30 danska tíð, sum er klokkan 16:30 her í Føroyum. Til ber at síggja finalurnar beinleiðis á dr.dk/sporten, har tann í Føroyum so vælkendi René Thomsen er viðmerkjari. Sí annars kunning um Danish Open 2013 á svoem.org.

One thought on “7 ferðir føroysk luttøka í finalum á Danish Open í dag”

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.