Startlisti til FLOT-stevnu 2013

Frá Svimjifelagnum FLOT

Hey Øll somul

Her er startlistin til FLOT-stevnuna 2013 leygardagin 23. feb 2013.

Av tí at tað gleðiliga er hent, at ikki færri enn 170 svimjarar hava boða frá luttøku, so mugu vit siga frá, at fyriskipararnir, í samráð við svimjinevndina, hava tikið avgerð um at strika hesar kappingargreinar:

  • Kap 5: 50 bringa dreingir Bólkur 4
  • Kap 6: 50 bringa gentur Bólkur 3
  • Kap 29: 4×50 blandað Mix Gentur B2 og Dreingir B3

FLOT stevnan 2012

Hetta er gjørt fyri at spara tíð, so at tað skal vera møguligt hjá øllum, at koma til og frá bústaði sama dag.

Upphiting Bólkur 4 dreingir og Bólkur 3 gentur byrjar kl. 11.45 og kappingin byrjar kl. 12.45

Upphiting Bólkur 3 dreingir og Bólkur 2 gentur byrjar kl. 14.45 og kappingin byrjar kl. 15.45

Venjarar vera bidnir um at siga frá um frámeldingar eru, so skjótt møtt verður í høllini, ella á tlf. 217106

Við svimjikvøðu

Rúni

FLOT

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.