Fyribils startlisti til EM í Chartres, 22. – 25. november 2012

Nú hósdagin 22. november byrjar EM á stuttgeil í franska býnum Chartres, við luttøku av millum øðrum Páli Joensen. SwimRankings hevur ein fyribils startlista liggjandi her, sum bendir á at Pál í øllum førum klárar í finalu í 1500 frí, við rættiliga góðum møguleika at taka heiðursmerki eisini.



Luttøkan hjá Páli verður í 200, 400 og 1500 frí, har tað ikki óvæntað liggur best fyri hjá honum á teimum báðum longri teinunum. Í 400 metra frísvimjing er hann faktiskt styrkismettur sum nummar 1 við tilmeldingartíðini 3:41.05 frá EM í Stettin í fjør … men her má nevnast at Yannick Agnel nú hósdagin setti heimsmet (!) í greinini við 3:32.25; so her skal liggja heilt øgiliga væl fyri, um Pál skal kunna taka gullið. Aðrir kappingarneytar í 400 eru til dømis sveisarin Dominik Meichtry, og italumaðurin Alex di Giorgio, sum summi av okkum minnast frá EJM í Beograd á sinni.

Í 1500 metra frísvimjing burdi finaluplássið longu verið sikkurt, um ikki tað onkunsvegna koma eina rúgvu av tilmeldingartíðum afturat inn frá síðulinjuni av. Pál er styrkismettur sum nummar 3 aftanfyri forsvarandi evropameistaran Mateusz Sawrymowicz úr Póllandi og Sergiy Frolov úr Ukraina; men aftanfyri hann eru eisini vandamiklir menn, sum til dømis ungi Gregorio Paltrinieri úr Italia, sum í Debrecen í vár gjørdist evropameistari á langgeil, og aðrir sum Anthony Pannier og Gergo Kis, ið fyrr hava voldað Páli kvalir.

Í 200 er Pál niðri á einum 25. plássi, við Yannick Agnel sum aftur mest sikra kortið til gull, eftir nærum at hava sett heimsmet í dag, og aðrar harðar hundar frammanfyri Páli eisini.
Evropameistarastevnan byrjar sum sagt hósdagin, og heldur áfram til og við sunnudagin. Stevnuheimasíðan eitur www.chartres2012.com, sí eisini len.eu. Finalurnar verða at síggja á Eurosport, og eg vænti at tær onkunsvegna verða sendar av fyriskiparunum eisini, sum live stream á netinum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.