Argentini ógvast um menningina hjá Páli

Argentinski Jorge Emilio Aguado listar her á bloggu síni upp menningina hjá Páli, frá tá ið hann í 2007 luttók á HM í Melbourne, til hann nú í Shanghai í 2011 varð nummar 5 og 4 í 800 og 1500 frí. Ein øgilig menning, ið við einum sindri av týðing og umskriving sær soleiðis út

  • 2007: Luttók í 50 til 800 frí á HM í Melbourne, uttan at koma víðari frá innleiðandi
  • 2008: Trífaldur evropeiskur juniormeistari á EJM í Beograd
  • 2009: Kom ikki úr riðlunum á HM í Rom, men svam øgiligt í 1500 á World Cup í Moskva, Stockholm og Berlin
  • 2010: Evropeiskt silvur á EM í Budapest
  • 2011: Fimta pláss í 800 frí og fjórða pláss í 1500 frí á HM í Shanghai

‘Sí menning’ eru endaorðini hjá argentinaranum sum so vítt eg dugi at síggja ’tilfeldigvís’ er varaforseti í argentinska svimjisambandinum, ritstjóri á FEN On Line, og so hevur hesa persónligu bloggu. Hann hevur rætt 🙂

2 thoughts on “Argentini ógvast um menningina hjá Páli”

  1. Drew Gordon rósar her Juttu Thomsen fyri gott úrslit á HM í Melbourne í 2007, og hevur annars verið har fyri okkum líka síðani. Tað er meira enn man kann siga um ávís onnur.

    Get the Flash Player to see this player.

  2. Ja, øgilig menning.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.