Rýkir metið hjá Hackett her í vikuni ?

Kinesiski Sun Yang svam í dag imponerandi 3:41.48 í 400 frí, á kinesisku meistarastevnuni á langgeil í Wuhan, 0.13 sekund frá kinesiska og asiatiska metinum hjá Zhang Lin frá tíðini við superdraktum í 2009.

Einans Thorpe hevur svomið skjótari í tekst-drakt, frá tá ið hann í 2002 svam 3:40.08 í skræddaraseymaðari drakt um allan kroppin, í mun til at Sun nú svam í stuttibuksum.

Sun svam eisini imponerandi 7:44.12 í 800 frí, sunnudagin, og stóri spurningurin er tí nú, um heimsmetið hjá Grant Hackett rýkur í 1500 frí, nú seinni í vikuni. Tann tíðini er 14:34.56, frá 2001.

Sum til dømis lýst her á Speed Endurance Swimming Blog:

The big question now is how close Sun Yang can get to Grant Hackett’s iconic World Record in the 1500 Free? Last year he missed the record by just 0.93 seconds. Today his 400 Free was 0.99 seconds faster than last year. There is a very real possibility that the 1500 WR will go this week.

Les meira her á SwimNews.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.