Agnel smurdi hinar av í 400 frí

18 ára gamli Yannick Agnel setti í dag franskt met í 400 frí á langgeil, tá ið hann á fronsku meistarastevnuni svam teinin uppá 3:43.85, har metið hjá honum frá tá ið hann vann gull á Biedermann og restini á evropameistarastevnuni í Budapest farna summar var 3:46.17. Hann og Rouault høvdu annars fylgst til og við 300 metrar, til Agnel setti spurt á og dróg meira enn 3 sekund frá Rouault, seinastu 100. Rouault varð nummar 2 við 3:47.42, og danski Mads Glæsner varð so nummar 3 við 3:51.88.


Donsku dámurnar Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen vunnu hinvegin sínar kappingar; Lotte Friis 800 frí við 8:24.52, har tíðin hjá henni frá tá ið hon gjørdist evropameistari farna summar var 8:23.27, og Rikke Møller Pedersen við 1:07.52 í 100 bringu, har hon farna summar vann EM bronsu við 1:07.36. Tær báðar eru sostatt væl á veg til at vera í form sum í Budapest, longu væl áðrenn Shanghai.

2 thoughts on “Agnel smurdi hinar av í 400 frí”

  1. Í 400 frí altso. Og nú er ikki at vera fyri, tí nú ger hann einki annað enn at svimja …

    “Agnel is the third fastest teenager in history, after Olympic champions Ian Thorpe (AUS), 2000 and 2004, and Park Tae-hwan (KOR), 2008. The Frenchman’s move up from 3:46.17 to 3:43.85 prompts the sport’s paper to declare: ‘Agnel has turned wolf’ in his first pure-swim season free of academic commitments.”

    http://www.swimnews.com/news/view/8521

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.