Mellouli 14:24.16 og møguligt gull í 1500 frí

Tunesiski Oussama Mellouli legði avstað sum eitt óløgi, tá ið hann vegna ólógliga tilmeldingartíð noyddur at svimja 1500 metra frísvimjing í innleiðandi riðlunum, heldur enn í finaluni í kvøld. Eina góða løtu svam hann sum um hann vildi seta heimsmet, men kom so í veruliga kreppu millum 1100 og 1300 metrar, fyri síðani at trodsa ein spurt ígjøgnum ímóti endanum. Jón Bjarnason metir at tíðin 14:24.16 kann vera nóg mikið til at vinna gull, har hinir mest sannlíkt koma at liggja tættari 14:30.

vlcsnap-2010-12-19-12h47m41s106

[Mellouli eftir teir 1500, deyður sum ongantíð fyrr]

Amerikanski Peter Vanderkaay sá eina góða løtu út til at gerast líka tryggur silvurheiðursmerkjavinnari, tá ið hann svam í innleiðandi riðlinum eftir Mellouli, men doyði so enn ógvusligari ímóti endanum, til at enda á 14:35.25. Hetta er mest sannlíkt ikki nóg mikið til at vinna heiðursmerki, so sekundæru heiðursmerkini eru vælsagtans onkunstaðni at finna í millum hesar báðar tíð.

Úrslitalistin frá í morgun:
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/WSC_DUBAI/C74A_ResSummary_40_Heats_Men_1500_Free.pdf

One thought on “Mellouli 14:24.16 og møguligt gull í 1500 frí”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.