Pál í 400 finalu við triðbestu tíð

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen luttók í morgun á World Cup stevnuni í Moskva, í innleiðandi riðlunum í 400 metra frísvimjing. Tað gekk so mikið væl, at hann kom í finaluna við triðbestu tíð.

Tíðirnar í innleiðandi vóru ikki so skjótar sum í Berlin og tað sást, at Pál svam eina kontrolleraða kapping, har bara finaluplásið hevði týdning. Dennis Garagin úr Russlandi fekk bestu tíð í finaluni við 3:49.90, næstur honum var japanarin Daiya Setin við 3:50.20 og so Pál við 3:50.23. Pál svam í fjóðra og seinasta riðli, so hann visti áðrenn hvat hann skuldi svimja fyri at koma í finaluna. Annars gjørdist 4. riðil spennandi tí russiski Dmitry Bokankhel legði hart út, og var fremst tað mesta av teimum fyrstu 200 metrunum, men Pál svam ein væl-splittaða kapping og læt ongan iva vera um, hvør var bestur í riðlinum.

Úr Moskva sigur Jón Bjarnason, at Pál bara arbeiddi við seinasta 50 metrinum, ið hann svam uppá 0:26.48, so Pál er væl fyri til kappingina seinrapartin.

Finalan í 400 frí verður í dag klokkan umleið 15:45, og kann síggjast beinleiðis á internetinum. Fylgið við á www.svimjing.com/live, har roynt verður bæði at vísa hesar sendingar beinleiðis, og at leiðbeina ífall at trupulleikar eru við sambandinum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

4 thoughts on “Pál í 400 finalu við triðbestu tíð”

  1. Tá man hugsar um at tað ikki eru so grúðiliga nógvir útlendingar har eysturi

    Men’s 400 free
    Denis Garanin clocked a 3:49.90 for the lead time, while Japan’s Daiya Seto finished second in 3:50.20. Faroes’ Pal Joensen (3:50.23) and Ukraine’s Sergiy Frolov (3:51.32) placed third and fourth.

    Evgeny Kulikov (3:51.50), Alexander Shimin (3:52.20), Victor Polyakov (3:52.66) and Aleksandr Selin (3:53.10) comprised the rest of the championship heat.

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/25497.asp?q=World-Cup,-Moscow:-Day-One-Prelims

    Gev sjálvsagt gætur, at tað IKKI neyðturviliga hevur verið nøkur løtt finala, fyri tað um tað ‘bara’ vóru russarar við, tí hasir slavarnir duga hatta har langa, seiga og pínandi.

      1. hehe, sorry, men Seto gjørdi ein “Magnus”

        Eg veit ikki hvør kann rokna út hvat í tað er fyri nakað 😉

        Men stuttligt var tað… ok ikki fyri hann, venjarin sá ikki so nøgdur út 😉

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.