Huegill vann 100 firvald í Delhi

Avstralski Geoff Huegill megnaði í dag at vinna 100 metra firvald á Commonwealth Games í Delhi, við næstbestu tíð í heiminum í ár. Hann er veruliga ein ‘comeback king’, við tað at hann er árgang 1979, ið eisini vann hesa grein á Commonwealth í 1998 og 2002, umframt HM gull á stuttgeil í 2002, men sum so gavst og tók so mikið nógv uppá, at hann skuldi tapa heili 45 kilo til at koma í form aftur. Les SwimNews.com

Huegill vann eisini silvur í 50 firvald, stutt aftanfyri Jason Dunford úr Kenya. Av øðrum nevniverdigum úrslitum kann nevnast, at kanadiski Brent Hayden við vinnaratíðini 47.98 megnaði at gerast fyrsti svimjari undir 48 sekund, síðani superdraktirnar vórðu avtiknar við ársbyrjan 2010. Sambært SwimNews.com hava einans Pieter van der Hoogenband og Stefan Nystrand svomið skjótari í ‘tekstilum’, ávíkavist 47.84 og 47.81, og Hayden er so tann einasti sum hevur gjørt tað í ‘jammers’ – altso stuttbuksum frá nalva niður á knæ.

15 ára gamla Yolane Kukla úr Avstralia vann 50 frí við tíðini 24.86, frammanfyri búksjúku bretsku Francescu Halsall á 24.98. Suðurafrikanski Cameron van der Burgh vann umframt 100 bringu eisini 50 bringu, har tíðin 27.18 í 50 bringu sambært SwimNews.com er tangering av bestu tíð nakrantíð í tekstilum, sum ukrainski Oleg Lisogor svam í 2002. Har er eitt petti niður til heimsmetið á 26.67 hjá Cameron van der Burgh sjálvum, svomið í superdrakt, men kanska ikki meira enn at onkur kann gera tað onkuntíð.

2 thoughts on “Huegill vann 100 firvald í Delhi”

  1. SwimmingWorld Magazine dagførir leypandi eitt ‘virtual meet’ á heimasíðu síni, har tey samanbera bestu tíðir frá evropameistarstevnuni í Budapest í summar, frá eftirfylgjandi Pan Pacific stevnuni millum USA og Japan og onnur stillahavslond, og so frá Commonwealth nú.

    Til nú (4. – 5. dag á Commonwealth Games) eru einastu topp-3 plaseringar hjá Commonwealth Games, at avstralska Alicia Coutts er nr 3 í 100 firvald, umframt nr 1 í 200 blandað, at bretski Liam Tancock er nr 2 í 50 rygg, og at kanadiski Brent Hayden er nr 1 í 100 frí.

    Francesca Halsall eigur nakrar topp-plaseringar frá EM, men er sum sagt búksjúk nú í Delhi. Tað sær snøgt sagt ikki so gott út hjá Bretlandi, sum hevði Commonwealth Games sum umbering fyri ikki at klára seg so heilt avbera væl á EM.

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/25172.asp

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.