Hvar eru mennirnir, spyr Mark Foster

Áhugaverd grein her á bbc.co.uk, har fyrrverandi heimsmeistarin Mark Foster saknar menn millum bretsku svimjistjørnurnar. Hóast tey hava minst 8 kvinnuligar heimsklassasvimjarar, so kann hann ikki finna nakran annan enn ryggsvimjaran Liam Tancock, tá ið tað kemur til bretskar menn, sum tekur og kann taka gull á EM og HM.

Hann hevur eitt boð, hví tað er so, og hví at tað er munur millum bretskar menn og kvinnur í bretskari svimjing. Trupulleikin er, at um ein bretskur maður vil velja ítrótt sum lívsstíl, so velur hann fótbólt, cricket, rugby, golf ella tennis fyrst, heldur enn svimjing, tí tað eru betri møguleikar at fáa nóg mikið av pengum til at liva av tí.

Bretsk svimjing krevur sambært honum, at tú mást vera olympiskur meistari til at kunna tjena gott av ítróttinum. Til samanberingar kanst vera bara miðalgóður til fótbólt, og tó tjena góðar pengar í Bretlandi. Og tað ger so tað, at svimjarin fellur frá leingi áðrenn, tí at hann ikki hevur tol til at bíða við at fáa pengar burtur úr stríðnum.

“We have to get male swimmers engaged enough, early enough. Keep them in a sport which, ultimately, does not pay unless you are the best in the world. In football, you can be an average player and earn good money from the sport, but in swimming you have got to be the best.”

Bretsku kvinnurnar hava ikki somu møguleikar at tjena pengar í fótbólti, rugby og cricket, men kunnu tjena líka nógv sum mennirnir í svimjing. [Rókur:] Tað er tí relativa sæð eitt minni ‘offur’ hjá bretskum kvinnum at velja svimjing fram um annan ítrótt, enn tað er hjá bretskum monnum.

At enda hevur hann nakrar metingar av teimum næstbestu mannligu svimjarunum, sum nærmast mugu sigast at vera kyniskar:

David Davies has brought back medals in the past, but I’m confused by him. He has gone from the pool to open water swimming, and I get that.

But I don’t know why he’s trying to go back to the pool now. He needs to concentrate on open water. He can win an Olympic gold medal there – he won’t in the pool.

James Goddard came fourth at the Olympic Games in 2004. He didn’t do anything in Beijing but he’s a really good talent, he stands out when he gets thing right.

Sadly, though, he can’t win. He’s in medley races with Michael Phelps and Ryan Lochte and I don’t think he can beat them. But he’s got a shout at a medal.

And Simon Burnett is a great talent. He has had a couple of bad years but he’s getting there.

Lesið her á bbc.co.uk

One thought on “Hvar eru mennirnir, spyr Mark Foster”

  1. Kunnu vit í Føroyum gera somu niðurstøðu, ella er bretsk svimjing nakað serstakt ?

    Nei, tað haldi eg ikki. Tað er væl lítil ivi um at tað er lættari hjá føroyskum (mannligum) fótbóltsspælarum at tjena pengar, enn tað er hjá svimjarum. (Forrestin so mikið ógvusliga, at javnstøðunevndin burdi farið harðliga fram yvirfyri teimum hóast alt ‘professionellu’ partafeløgum sum summi fótbóltsfeløg eru í dag, í spurninginum um hví kvinnuligir fótbóltsspælarar í bestu deildini tjena so mikið nógv minni, enn mannligir fótbóltsspælarar úr sama felag í somu deild).

    Nógv hava ilt av teimum pengunum ‘sum Pál fær’, uttan at skilja at har ikki er ein króna í løn til hansara yvirhøvur, í tí sum hann ‘fær’. Pengarnir eru til tær útreiðslur sum eru av kapping, test og venjing, men einki til mannin sjálvan. Við krav um at roknskapur skal gevast ÍSF. Lukkutíð hevur hann ein persónligan sponsor í Leif Mohr, men har er altso eingin løn til hansara í úrvalspengunum.

    Soe … EM-silvur í svimjing er ikki lønt av svimjifelagi ella svimjisambandi, meðan tað er eitt veldugt offur hjá spælarum í fyrstudeild (ella hvat hon nú eitur í dag) at spæla fyri einki í innanlanda kappingini.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.