Nú hava Commonwealth svimjararnir ‘Delhi Belly’

SwimNews.com skrivar at Rebecca Adlington og onnur stríðast við ‘Delhi Belly’, sum í flestu førum er bara ein mild búksjúka, sum kann haldast niðri við heilivági. Men SwimmingWorld veit at siga, at avstralski langteinarin Robert Hurley er so mikið illa raktur av búksjúkuni og møði, at hann hevur trekt seg fullkomiliga frá Commonwealth Games. Ryan Napoleon er eisini sjúkur, um enn hann enn svimur so mikið væl, at hann gjørdist nr 2 í 400 frí, aftanfyri Robert Cochrane. Og so er eisini ein ávísur vandi fyri denguefepur, við tað at mýggjabita-sesongin er í hæddini.



Tað kann virka sum um at tað var ov nógv við bæði Pan Pacs og Commonwealth Games, síðani avstralski firvaldasvimjarin Andrew Lauterstein eisini klagar um møði: “Between (the Pan Pacific championships) and here I have done everything I could to try to get myself right. I was so driven to win here that I almost drove myself into the ground.”

Annars skrivar SwimNews.com eisini í fyrrnevndu grein, at indarar hava verið ov seint úti við at reklamera og skipa fyri atgongumerkjum til kappingarnar. “Ticket sales in chaos, everything organised too late to make a big impact, there was evidence of a slight pick-up in crowds. This morning, one bank of about 250 seats is filled with red-capped school children, while 700 or so occupy the ticketed seats. So much more could have been done, the commercial imperative apparently non-existent.”

Tað frættist frá setanini av stevnuni, at hóast hon var eitt stórsligið ‘met’ fyri Commonwealth, á leið sum Beijing var fyri OL, so buh’aðu áskoðararnir ógvusliga tá ið høvuðsfyriskiparin skuldi halda røðu.

Svimjararnir svimja skjótt og seta í heilum Commonwealth met, umframt at avstralska Alicia Coutts setti ‘heimsins bestu tíð nakrantíð í tekstil-drakt‘ í 200 blandað, við tíðini 2:09.70. Men har eru ‘bugs’, eisini bókstaviliga, sum tá ið enski Liam Tancock og avstralski Eamon Sullivan brustu út úr at flenna á startskamlunum til stafett, og ikki so gjarna vildu útí at svimja, tí at ein minni floti av ‘stag beetles’ komu svimjandi á geil 5. Sambært Wikipedia vanliga 5 sentimetur stórar, men kunnu gerast upp í 12 sentimetrar.

[Image courtesy of Wikimedia Commons]

Av SwimNews.com: “A man was summoned to fish them out with a net on a long pole. That done, the relay went ahead. And when the medals had been handed out, the crowds gone and the lights dimmed a man with a fumigation canon emerged from the deep end behind the diving boards and torched the vault-like venue with thick white smoke. The bugs would be beaten, come what may.”

4 thoughts on “Nú hava Commonwealth svimjararnir ‘Delhi Belly’”

  1. Kontant lýsing av støðuni her niðast í grein á SwimNews.com … at har eru alt ov fáir áskoðarar, harav tey flestu ikki hava goldið fyri billettina. Svimjingin er næstan væl fyri við sínum 700 áskoðarum, í mun til at súkkluhøllin hevði 250 áskoðarar, og kvinnuligir hockey-dystir so gott sum ongar. Og so hava tey so gott sum einki gjørt við alt hitt rundanum … at arrangera mat og ‘merchandise’:

    At the pool, there are no official partner outlets for food, merchandising or anything of a commercial nature that might help recoup some of the costs of these Games. At Melbourne 2006, the venue was ringed by food outlets and stores galore. Here in Delhi at a venue that is built as if made for such activity in a full circle around the seating area of the main pool. None of it used.

  2. India er kent fyri at hava skitið vatn og høgt lutfall av fólki við búkilsku.

    Á ovara kortinum síggja vit lutfallið av fólkum, ið hava reint, krana-vatn. Í Norðurevropa liggur tað um 100%, meðan í India er tað niðri á 19%.

    Á næsta kortinum síggja vit, hvussu stórt lutfall av børnum doyggja av búkilsku (diarrhea).

    Kelda: http://www.circleofblue.org

  3. Stomach still hurts every time I eat, damn you Delhi Belly!less than a minute ago via web

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.