Sviar spíla seg ordiliga út, nú teir í næstu viku frá mikudegi 14. juli til sunnudagin 18. juli fara at vísa “SM-veckan” beinleiðis á svtplay.se, millum annað frá Sim-SM úr Malmö. Tey vísa finalupartarnar frá svensku meistarastevnuni beinleiðis mikudag, hósdag og fríggjadag kl 18:00-19:45 svenska tíð, sum er kl 17:00-18:45 føroyska tíð, umframt at hava morgunsendingar og vísa frá svimjing, súkkling, squash, rugby, skjóting, glíming (?), togtogan (??), kajak-polo (?!?) og annað, vikuskiftið 17. – 18. juli. Til ber eisini at síggja sendingarnar á fartelefonini, á mobil.svt.se. Sí skrá her á svt.se.
I kid you not !
http://www.svenskdragkamp.se/
Og “kanotpolo”, ja tað er polo í kajakkum (lesur tú hetta, Jákup Jacobsen?)