Jon Urbanchek um X-faktorin hjá svimjivenjarum

Í videoini her prátar Garreth McCarthy við amerikanska venjaran Jon Urbanchek, sum hevur vant millum annað olympisku stjørnurnar Gary Hall Senior (!) og Tom Dolan. Urbanchek er tiltikið opin og gevandi, og kom millum annað við góðum ráðum og tilfari til Jón Bjarnason upp undir EJM í Beograd. Teir tosa her um X-faktorin hjá svimjivenjarum … at líka mikið um tú kopierar ALT hjá einum succésríkum venjara, so er tað týdningarmesta tann diffusi X-faktorurin, sum ger at akkurát hesin venjari kann fáa sínar svimjarar til ótrúlig ting.

5 thoughts on “Jon Urbanchek um X-faktorin hjá svimjivenjarum”

  1. HA-HA-HA

    Óiva ein ræðuligur setningur hjá einum pædagogi at hoyra… 🙂

    Jon er kanska bert uml. 165cm høgur, men hann er KEMPU stórur í mínum heimi.

    Hann umtalar tey sum eru best til venjing og til kappingar av “lítlum týdningi”. Men til tær stóru kappingarnar tá “knekkar filmurin”. . .

    Okur venjarar kenna óiva alt ov nógv sum hava tað soleiðis. Og hava ikki tað luksus sum Urbanchek hevur, at bara velja tey frá. Onkur hevur kanska ikki hjarta til tað, tí tað er hart.

    Hatta er ein maður sum okur mugu fáa hendan vegin í eina viku 😉

  2. Í Íslandi frostbitnir av at ganga á kantinum av uttandurahyljum um veturin. Í Føroyum líkbleikir, og í Mission Viejo teir reinu blámenn.

    Must go to Mission Viejo !

    1. Okur her suðuri hava eina pena brúna farvu 😉
      Og Smyril siglir hvønn dag, vælkomin suður 😉

    1. Eg haldi at hesin maðurin er ótrúligur, so er tað sagt. Jantelógin hevur ongan møguleika í USA, og tað er ein av teirra størstu fyrimunum í ítrótti. Hesin maðurin nærmast predikar anti jantelóg, super.

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.