Í Niðurlondum er breidd og úrval tvær síður av somu sak

Team Danmark sendi herfyri 40 úrvalssamskiparar úr 18 úrvalskommununum og nøkrum ítróttarsambondum til Niðurlond at heinta hugskot og inspiratión. Eitt sum tey serliga løgdu til merkis, var at niðurlendingar ikki á sama hátt sum danir (og føroyingar?) síggja úrval og breidd sum kappingarneytar hjá hvørjum øðrum, men heldur sum fyritreytir fyri hvørjum øðrum.

Í Pieter van der Hoogenband høllini í Eindhoven er til dømis gott pláss fyri bæði hátøkniligari venjing hjá landssvimjarum og almennari svimjing í senn, tí at hálendsku politikararnir raðfesta báðar lutir høgt, og meta úrvalsfólk at vera inspiratión hjá øllum at røra seg meira. Í Danmark er tað heldur játtanin sum ræður, har tað verður latið upp til hvørt einstaka ítróttarhøli at býta sínar tímar millum úrvals og breidd, og har eingin veruligur politikkur tí er.

Í Niðurlondum verður eisini gjørt pláss fyri áskoðarum í svimjihøllini, kanska av somu orsøk.

Sum Michael Andersen, stjóri hjá Team Danmark sigur tað:

»Som jeg ser det, har der i mange år været et ideologisk slagsmål i Danmark, hvor elite og bredde ses som hinandens modsætninger. Men reelt mener jeg ikke, at den modsætning har noget på sig«

»For eksempel så kan rigtig meget af den viden, vi får om effekten af fysisk træning fra eliteatleterne, komme bredden og folkesundheden til gode. Hvis man forstår at bruge hinandens viden og udnytte fællesnævnerne, kan det blive en synergieffekt i stedet for et slagsmål«

Les meira her á politiken.dk

One thought on “Í Niðurlondum er breidd og úrval tvær síður av somu sak”

  1. Yvirskriftin í Politiken er: “Danmark mangler en fælles vision for eliten”

    Hana hava vit føroyingur sum um ikki annað, við http://www.visjon2015.fo 😉

    Mál fyri ítrótt
    Fjøltáttað og mennandi ítróttatilboð eru til øll
    Útbúgvingartilboð eru til føroysk og útlendsk ítróttafólk og –leiðarar
    Soleiðis røkka vit málinum: Føroyar eru sjónligar í altjóða ítróttasamstarvinum,
    taka ábyrgd og hýsa altjóða tiltøkum
    Føroysk ítrótt og ítróttafólk eru eftirspurd í altjóða ítrótti
    Ítrótt hevur týdning fyri landsins búskap

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.