Danska EM-liðið verður funnið á DM

Tað minnir um amerikansku úttøkustevnurnar, nú danir fara at kappast um at sleppa við til EM í Budapest í summar, á donsku meistarastevnuni á langgeil. Tey byrja nú leygardagin tann 27. mars, og kappast so fram til hósdagin tann 1. apríl, tá ið evstamark er fyri úttøku til EM. Og eingin hevur enn klárað kravtíðina.



Mads Glæsner fær undantaksloyvi til at kvalifisera seg vælsagtans seinni, av tí at hann sum kunnugt er álvarsliga sjúkur í løtuni. Mathias Gydesen fær eisini undantaksloyvi, fram til tann 4. apríl, av tí at hann gongur í skúla í USA, og ikki fær kappast á langgeil fyrr enn tá. Men restin skal altso klára kravtíðina á sjálvum DM, og verða millum teir fyrstu danirnir í greinini.

Landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer vónar at tey vera eini 15 sum kvalifisera seg til EM. Lotte Friis, Rikke Møller Pedersen, Jeanette Ottesen og Jakob Andkjær verða hildin at vera nærmast sjálvskrivaði, og eru tí væntandi ikki ein gang 100% niðurtrappaði til stevnuna. Sum nakað serligt í mun til í Føroyum, so ber til hjá dønum at kvalifisera seg til liðkapping eisini, sum vælsagtans merkir at ikki bara teir fyrstu tveir svimjararnir í til dømis 100 frí hjá kvinnum eru áhugaverdir, men eisini nr 3 og 4.

DM er hartil seinasta freist hjá dønum til úttøku til EJM í Helsinki í summar. Har hava tríggir juniorar longu klárað kravtíðina: Amalie Emma Thomsen, Viktor Bromer og Daniel Skaaning.

Lesið her á svoem.dk

2 thoughts on “Danska EM-liðið verður funnið á DM”

  1. Daniel Skaaning úr Tåstrup sær ikki út til at leggja nógv í at draktirnar ruku.
    Hann morlaði danska junior metið í 200m blandað hjá Morten Klarskov úr Albertslund í morgun.
    Tíðin hjá Daniel, sum er 1. árs junior, var 2:05.84.
    Morten Klarskov sum er 2. árs junior svam 2:08,31, og er tað yvir 2 sek. seinni enn hann svam til EJM tá ið hann setti metið… í “trylle-dragt”

    Altso, tað ber til at seta met uttan drakt.

    Annars vann Frans 400m frí í morgun fyri junior. Tíðina er hann neyvan nøgdur við um hann royndi sítt besta 4:00,33 Men óiva hevur hann væl meira í sær. Hann hevði onga kapping í morgun.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.