Risa pædofili-gøla undir umbúna í USA

The Washington Post skrivar í kvøld um eina pædofili-gølu av dimensiónum, sum er undir umbúna í USA. Deena Deardurff Schmidt, sum vann OL-gull í 1972, ákærir sín (ónevnda) fyrrverandi venjara fyri at hava gjørt seg inn á hana frá tí at hon var 11 til 15 ára gomul, og amerikanska svimjisambandið USA Swimming fyri einki at hava gjørt, hóast hon í 80-unum gav teimum boð um hetta. Hon fortaldi teimum tað aftur fleiri ár seinni, tá ið USA Swimming umhugsaði at koyra hendan venjaran í The Swimming Hall of Fame; men tó so kom hann á tann fína listan.



Deardurff Schmidt kemur fram við hesum í sambandi við eina aðra sak, sum eftir øllum at døma ikki hevur nakað við hana sjálva at gera, men har meira enn 30 amerikanskir venjarar verða sagdir at hava gjørt seg inn í á ung konufólk. Her verður milllum annað sagt, at “there is a culture in competitive swimming of condoning inappropriate relationships between coaches and swimmers.” Og tann sakin kemur so aftur fram vegna eina sak ímoti einum venjara kallaður Alex King, sum í januar fekk 40 ára fongsul fyri at hava gjørt seg inn á 20 ungdómar.

Venjarin hjá Deardurff Schmidt er enn ónevndur, út yvir at vit nú vita at hetta hendi umleið í tíðarskeiðnum 1968 til 1972, og at hesin venjarin tí man hava verið tann sami sum vandi hana fram til OL gull í 1972. Hann eru sum nevnt í The International Swimming Hall of Fame, har eg havi funnið éin tekst til venjara, har Deena Deardurff verður nevnd.

Les eisini t.d. MercuryNews.com, The Huffington Post, PR Web og SwimmingWorld Magazine. Tony Austin á scaq.blogspot.com tykist ikki at halda so nógv um hasa ákæruna, men er tó fullgreiður um at hetta kann gerast so mikið stórt (m.a. vegna valár), at tað kann enda við at amerikanska senatið kastar seg yvir málið.

2 thoughts on “Risa pædofili-gøla undir umbúna í USA”

  1. Deena Deardurff svam fyri Cincinatti Marlins m.a. á amerikansku úttøkustevnuni til OL í 1972:
    http://www.usaswimming.org/USASWeb/_Rainbow/Documents/267315cd-fc90-4152-9632-c914c44aa6e1/1972.pdf

    Sí eisini “Hall of Fame” hjá hesum svimjifelag:
    http://www.cincy-marlins.com/SubTabGeneric.jsp?team=oscm&_stabid_=4357

    Í sendingini verður sagt at hon venjarin var farin út felagnum, tá ið hon sum 17 ára gomul fortaldi foreldrum sínum um misnýtsluna.

    Eg finni bara tann éina venjaran á The Swimming Hall of Fame, sum bæði vandi Deardurff fram til OL í 1972, og fór víðari til annað felag í tíðarskeiðnum 1972-75.

    Tori ikki at nevna nakran við navni, men listin er ikki so langur:
    http://www.ishof.org/honorees/category/HonorCoaches.html

    Í brotinum her verður sagt, at hann í dag “continues to coach overseas”. Tað man kunna avmarka tað eisini:

  2. At tann pædofili er ‘bara’ ein stakkals kriminellur … men at tey sum verja hann eru verri:

    That some coaches commit these acts is part of the issue. Those men are individuals driven by individual desires. Sometimes they pay a severe price as individuals for their actions –their own lives are ruined too.

    By contrast, the people who actively cover up these crimes make calculated business decisions and rarely, if ever, pay for their complicity. Instead, they keep their high-paying jobs and retire in comparative splendor and ease, entirely untroubled by the many lives they consciously and deliberately helped ruin.
    By deciding to ignore credible allegations of child molesting, they protected their careers instead of the children.
    Bad as those bad coaches are, the people who protect the coaches are worse.

    http://www.huffingtonpost.com/2010/03/19/us-swim-team-sex-abuse-de_n_506585.html?show_comment_id=42680330#comment_42680330

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.