So er svimjing.com 3 ár

A ja, tað var longu mánadagin, og sjálvsagt gloymdi eg tað burtur. Men hendan heimasíðan er altso trý ár nú, síðani vit byrjaðu fyrst í mars í 2007 við upphiting til Oyggjaleikir á Rhodos. Síðani tá er sum kunnugt nógv hent, bæði í føroyskari og altjóða svimjing, og tølini tala tí eisini sína søgu:

Svimjing.com 3 ár

  • Vitjanir: 36.616 fyrsta árið, 61.986 næsta, 84.882 triðja
  • Síðuvitjanir: 107.275 fyrsta árið, 188.163 næsta, 220.905 triðja
  • Gestir: 4.457 fyrsta árið, 9.110 næsta, 12.259 triðja


Stóra brakið í fjør var tá ið Pál kappaðist á World Cup stevnunum í Moskva, Stockholmi og Berlin, har vit tann 10. november í 2009 komu upp á 3171 síðuvitjanir, og annars yvir eina viku høvdu metnógvar vitjanir. Og annars eru tað yvirhøvur tey stóru tiltøkini sum draga, tá ið føroyingar kappast til dømis á FM, Oyggjaleikir, HM og EM.

Ein stór broyting nú síðani í august í fjør, er at eg nú eri komin upp í starvsnevndina hjá Svimjisambandi Føroya, og tí illa persónliga kann metast at vera óheftur av Svimjisambandinum. Hetta var ikki heilt tað sum eg ætlaði, fyri hesa heimasíðu, men eg haldi tó so at tað gongur nøkulunda at halda tingini sundurskild. Hendan síða er altso stadigvekk ikki ein heimasíða hjá Svimjisambandi Føroya, men hjá mær persónliga, føroyskari svimjing at frama.

Tøkniliga, so havi eg nakrar tillagingar í umbúna, til at gera hesa heimasíðu betur. Tað leingi lovaða myndasavnið kemur allarhelst í ár, og eg gangi í løtuni og umhugsi at flætta meira Facebook inn í síðuna eisini. Alt hetta ‘sosiala’ er heilt víst komið fyri at vera, at vit kunnu lesa hvat tey kendu skriva á Twitter og tílíkt. Video verður vónandi eisini meira av, so hvørt sum tað verður lættari og skjótari at fáa tær upp á YouTube og líknandi. Og so hjálpir tað heilt víst at eg eisini eru uppíblandaður í arbeiðnum á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, til at vit kanska kunnu koma til at síggja dagførdar metlistar og tílíkt eisini her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.