Super leygardagur í Sørvági

Í gjár var serligum ‘svimjidagur’ í Sørvági, har fýra umboð úr Svimjisambandi Føroya komu vestur at skipa fyri venjing, kapping og práti um svimjing, saman við foreldrum og øðrum áhugaðum í økinum. Ein frálíkur dagur, í øllum førum fyri okkum fýra í Svimjisambandinum, har vit sloppu at hugna okkum saman við talentfullum børnum í Vágoynni.

CIMG1884

Dagurin varð skipaður soleiðis, at børnini teir fyrstu tveir tímarnir fingu eitt sindur av undirvísing um svimjigreinarnar, kappsvimjing, startir, vendingar og lívbjarging, undir leiðslu av feðgunum báðum Jon Hestoy og Dánjal Hestoy, sum eru ávíkavist formaður í Svimjisambandi Føroyar og venjari/svimjari í Havnar Svimjifelag, umframt av okkum báðum Sørini Djurhuus og Róki í Jákupsstovu, sum eru starvsnevndarlimir í Svimjisambandinum. Børnini vórðu skipað eftir svimjiførleika í tveir bólkar, og fingu so tveir tímar av rættiliga intensari svimjifrálæru, á hvør sínari helvt av hylinum.

CIMG1766

So var døgverðasteðgur, áðrenn børnini sloppu at royna seg í kappsvimjing eisini. Tað var ein ógvuliga óformel kapping, uttan tíðtaking og kolldømingar og líknandi, sum børnini tó gingu upp í við lív og sál, og har vit ‘serkønu’ veruliga fingu at síggja teirra dygdir. Og lat tað verða sagt, at tað finnast nógvir potentiellir føroyameistarar í Vágoynni, sum duga tað grundleggjandi ið krevst til at gerast meistari.

CIMG1836

At enda høvdu vit ein fund við børnini og foreldur, har børnini fingu prógv fyri luttøku í kappingini, og har vit so annars tosaðu serliga um tað at stovna eitt svimjifelag. Ikki at tað var nakað krav til hetta tiltak, ella at nakað konkret kom burturúr; men meira tí at Svimjisamband Føroya sjálvsagt ynskir svimjifeløg allastaðni í landinum, og tí gjarna vil hjálpa til og purra upp undir.

CIMG1847

Og har endaði so ein frálíkur dagur í Sørvági, við kaffimunni og góðum práti.

3 thoughts on “Super leygardagur í Sørvági”

  1. Legg til merkis at Dánjal ‘fylgir við’, hóast hann týðiligvís ikki lurtar eftir hvat pápin sigur 🙂

    CIMG1832

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.