Peter Busch hjá The Morning Swim Show tosar her við týska Thomas Lurz, sum er heimsmeistari í havsvimjing á 5 og 10 kilometrum, um Battle Training Camp venjingarleguna í Potsdam.
Peter Busch hjá The Morning Swim Show tosar her við týska Thomas Lurz, sum er heimsmeistari í havsvimjing á 5 og 10 kilometrum, um Battle Training Camp venjingarleguna í Potsdam.
Hann hevði 3 vikur frí, byrjaði aftur til hesa venjingarleguna… puha, og hann grenjar ikki, koyrur bara á.
Onkur venjing er strokin av programminum hjá honum vegna pressufund, so hann svimur ikki alt, men for hundan hann kom frá 0 til yvir 100km uppá eina viku.
Í gjár var 12×300 har hann lá um 3:12 í teimun skjótastu, Pál um 2:57,3 til 2:58,1
Wolfgarten lá frá 3:06 til 3:09. Ein av suðurafrikanunum (Heerden) svam ein mega skjótan uppá 2:54,5 og ein annar suðurafrikani (Schoeman) 2:57,9 men annars vóru teir allir samlir aftan fyri Pál allar hinar 300m. Týsku venjarar og teir úr Australia vóru ovfarnur um styrkina hjá Joensen, Heerden og Schoeman. Tað besta nakar av teimun lokalu nakrantíð hevði gjørt í slíkari seriu var 3:03 í snit. Og eingin av teimun úr Italia, Australia ella Spania kom nær við. í dag var millum annað 6x1200m, í morgin eru millum annað 5x1500m har tann seinasti er (hold dig nu fast) firvald… ohh yea. Hetta líkist meira og meira einari venjing fyri Hestoy. Been there done that 😉
Annars skal sigast til video omanfyri, at Lurz er sera fittur við Biedermann, so er tað sagt 😉