Danir kappast í eyst og vest, hetta vikuskiftið

Tey fýra Rikke Møller Pedersen, Jeanette Ottesen, Lotte Friis og Mads Glæsner eru farin til Salnikov Cup í Sankta Pætursborg, hetta vikuskiftið, at kappast um pengar, og royna at betra eina síðstu ferð um sínar bestu tíðir, áðrenn 2009 og tíðin við superdraktum endar. Tey hava hjálparlandsliðsvenjaran við sær, meðan landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer er farin til Amsterdam við ‘menningarlandsliðnum’, at kappast á Dutch Open, har tey í mótsetningi til í Sankta Pætursborg ikki sleppa at svimja í superdraktum. Menningarlandsliðið eru Anders Lie, Trine Gudnitz, Randi F. Nielsen, Michelle Strandskov, Kathrine Holm Sørensen, Julie Leth-Espensen, Pernille Jalsøe og Mette Pedersen. Les her á svoem.dk.

4 thoughts on “Danir kappast í eyst og vest, hetta vikuskiftið”

  1. He he he, vælsagtans til at heiðra Vladimir Salnikov, fyrsti maður undir 15 minuttir í 1500 frí á langgeil, so fáa vinnararnir á 1500 metra teininum meira enn tað dupulta í virðisløn, sum tey sum svimja stytri. Giti at Bjarnason fær tár í eyguni, av at hoyra slíkt.

    The amounts of Prize Money for the winners and prize-winners at each distance (but for 1500 m Free Style) are as following:
    Winner – equivalent of 700 $ US
    Second – equivalent of 500 $ US
    Third – equivalent of 300 $ US

    The amount of Prize Money for the winners and prize-winners for the distance 1500 m free style men will be as following:
    Winner – equivalent of 1500 $ US
    Second – equivalent of 700 $ US
    Third – equivalent of 500 $ US

    http://salnikovcup.ru/eng/prizes/

    1. “If only one world record is broken a Super prize ( a motorbike Susuki Hayabusa GSX 1300 R ) will be awarded” … “Organizers DO NOT take responsibility for transportation of the motorbike to a winner’s country.”

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.