Russland heimsmet í 4×100 blandað

Russisku mennirnir Stanislav Donets, Sergey Geybel, Evgeny Korotyshkin og Daniil Isotov settu á Salnikov Cup leygardagin heimsmet í 4×100 blandað, við tíðini 3:19.16 har USA á “Duel in the Pool” fríggjadagin svam 3:20.71. Teir kappaðust ímóti einum “All Stars” liði mannaðum av Aschwin WIldeboer Faber, Gerhard Zandberg, Cameron van der Burgh og Frederick Bousquet, sum tó bara kláraðu 3:24.56 ímóti russunum. Les SwimmingWorld Magazine.

Rikke Møller Pedersen 1:04.21 í 100 bringu

Danska Rikke Møller Pedersen hevur í dag betrað um sítt evropamet í 100 metra bringusvimjing, á Salnikov Cup í Sankta Pætursborg. Nýggja tíðin er 1:04.21, har hon á World Cup stevnuni í Moskva í november svam 1:04.43. Eitt slag av uppreisn vælsagtans, eftir at hon á EM í Istanbul herfyri varð kolldømd í innleiðandi riðlunum av hesi grein.

Danir kappast í eyst og vest, hetta vikuskiftið

Tey fýra Rikke Møller Pedersen, Jeanette Ottesen, Lotte Friis og Mads Glæsner eru farin til Salnikov Cup í Sankta Pætursborg, hetta vikuskiftið, at kappast um pengar, og royna at betra eina síðstu ferð um sínar bestu tíðir, áðrenn 2009 og tíðin við superdraktum endar. Tey hava hjálparlandsliðsvenjaran við sær, meðan landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer er farin til Amsterdam við ‘menningarlandsliðnum’, at kappast á Dutch Open, har tey í mótsetningi til í Sankta Pætursborg ikki sleppa at svimja í superdraktum. Menningarlandsliðið eru Anders Lie, Trine Gudnitz, Randi F. Nielsen, Michelle Strandskov, Kathrine Holm Sørensen, Julie Leth-Espensen, Pernille Jalsøe og Mette Pedersen. Les her á svoem.dk.