Pál 14.38.00 á EM, men føroyskt met á 800

Eg haldi at eg kann loyva mær at avdúka nú, um taktikkin sum eg frætti um her fyri nøkrum døgum síðani. At Pál skuldi leggja hart út og satsa uppá at hinir ikki kundu fylgja við, og so annars kempa fyri at halda allan vegin heim. Ein taktikkur sum eg persónliga haldi vera púra rættur, tá ið man sum Pál ikki hevur serliga styrki í spurtinum, og tí helst skal sleppa frá sínum kappingarneytum áðrenn tað kemur so langt.

CIMG1283

Men tað sær út til at Mads Glæsner hevði umleið sama taktikk, bara við enn meira ferð. Tað vóru teir báðir sum fóru spolandi undan hinum, teir fyrstu hundrað metrarnar, so at Pál eftir 200 metrum var meira enn eitt sekund frammanfyri nummar trý, og Mads so aftur eitt sekund frammanfyri Pál. Teir førdu fram til 400 metrar, tá ið Colbertaldo byrjaði fyrst at draga seg fram um Pál, og síðani eftir umleið 800 metrum fram um Glæsner, við Wolfgarten uppá sleip. Og Wolfgarten var at enda tann snildi, tí eftir umleið 1000 metrum kundi hann gera sítt rykk og yvirhála Colbertaldo, og halda heim til at gerast evropameistari við tíðini 14.20.44.

Í meðan var meira ella minni uppi við orkuni hjá Mads og Pál, so at teir sum høvdu svomið við eini lægri men kanska meira javnari ferð, spakuliga byrjaðu at vinna inn á teir. Eina løtu sá tað út til at Pál vann inn á Glæsner, saman við restini, men Glæsner megnaði tó at halda uppá sítt bronsupláss, og seta eitt flott norðurlendskt met á 14:26.74. Og at enda dragnaði Pál tíverri enn meira, fyrst afturum Rouault og Miranda, sum høvdu fylgst allan vegin á geil 4 og 5, og síðani á teimum seinastu 100 metrunum afturum Kubusch.

So tað varð tíverri ikki til nakað heiðursmerki til Pál, hesuferð, og heldur ikki hvørki føroyskt ella norðurlendskt met á 1500 metra teininum. Men hóast hann byrjaði at missa ferð kanska longu eftir 5-600 metrum, so megnaði hann at seta føroyskt met á 800 metra teininum, við tíðini 7:43.38, har hann í Moskva svam 7:44.27. Tað sigur kanska nakað um hvussu hart útleggið var, at hann setur føroyskt met eftir 800 metrum við nærum einum sekundi, fyri síðani at missa so mikið av ferð teir seinastu 700 metrarnar, at hann eftir 1500 er næstan 6 sekund frá sínum meti á tí teininum (føroyska metið hjá Páli er 14:32.15).

At enda vil eg líka vísa til ein graf, sum eg ætlaði skuldi vísa gongdina hjá teimum sjey fremstu yvir teir 1500 metrarnar, men sum kanska heldur vísir hvussu smáir marginalarnir eru. Tá ið tú svimur 1500 longdir uppá umleið 14:30, so er munurin faktiskt lutfalsliga lítil, reint matematiskt, millum 14:20.44 og 14:38.00. Og 14:38.00 er faktiskt ein góð tíð, sum fyri einum ári síðani hevði verið klárt norðurlendskt met, og nokk til at verða nummar fýra tá.

1500 frí finalan á EM í Istanbul 2009

2 thoughts on “Pál 14.38.00 á EM, men føroyskt met á 800”

  1. Eftir finaluna segði Mads Glæsner sambært tíðindatænastuna her: “The 400m free were my goal at these Championships, and I won the bronze medal. I wasn’t chasing any medal at all in the 1,500 metres, so it is a pleasant surprise to gain another bronze and to much improve my time.”

    Politiken skrivar at tað var eftir boðum frá danska landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer, at hann valdi at satsa stórt: “Mads Glæsner fulgte landstræner Paulus Wildeboers opfordring til at satse stort, og den 21-årige nordsjællænder førte finalen de første 750 meter.”

    CIMG1293

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.