4 heimsmet, triðja dag á EM

Fyrst setti slovenski Peter Mankoc nýtt heimsmet hálvfinaluni í 100 blandað, við tíðini 50.76 har heimsmetið hjá Sergey Fesikov frá World Cup í Berlin herfyri svam 50.95. Fesikov fekk næstbestu tíð, við 51.40, so nú verður spennandi um Mankoc fer at klára at vinna sítt 10. evropameistaraheiti í 100 blandað á rað, ella um Fesikov tekur tað við einum nýggjum heimsmeti, í finaluni í morgin.

CIMG1342

Síðani setti russiski Arkady Vyatchanin heimsmet í hálvfinaluni í 100 rygg, við tíðini 49.17 har heimsmetið hjá Aschwin Wildeboer Faber frá í fjør var 49.20. Wildeboer luttekur eisini í hesi grein, umframt at Stanislav Donets í næsta riðli av hálvfinaluni eisini svam 49.20, so her verður eisini spennadi í morgin.

So var tað franska Diane Bui Duyet sum setti nýtt heimsmet í hálvfinaluni í 100 firvald, við tíðini 55.05, har heimsmetið hjá Felicity Galves frá World Cup í Stockholm í síðsta mánaða var 55.46. Bui Duyet svimur imponerandi undirvatnssvimjing, upp ímóti lógliga markinum á 15 metrar uttan anding eftir start og hvørja vending, so her er talan um ein undirvatnssvimjara, ímóti teimum meira klassisku firvaldasvimjarunum sum Jeanette Ottesen.

Og so var tað kroatiska Sanja Jovanovic, sum í 50 rygg setti nýtt heimsmet við tíðini 25.70, har heimsmetið hjá Zhao Jing frá World Cup í Stockholmi í november var 25.82. Allarsíðst settu hálendsku kvinnurnar eina “world-best” tíð í 4×50 blandað, við tíðini 1:42.69, har teirra egna ‘heimsmet’ frá í fjør var 1:45.73. Men FINA góðkennir ikki hesa grein sum nakað tú kanst seta offisielt heimsmet í, og tí er tað bara “world-best”.

2 thoughts on “4 heimsmet, triðja dag á EM”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.