Føroyar vann landsdystin móti Íslandi

Endaliga støðan gjørdist 101 – 79 til Føroyar, í landsdystinum Føroyar – Ísland 2009, og harvið ein greiður sigur til okkum. Vit fingu fýra juniormet, í 50 rygg, 400 frí, 50 frí og 50 firvald hjá kvinnum, umframt eitt landsliðsmet í 4×50 blandað hjá monnum. Mona Simonsen var virðismiklasta kvinna í kappingini, tá ið hon kláraði 740 FINA stig í 400 frí, meðan Jakob Jóhann Sveinsson úr Íslandi var virðismiklasti maður, við 884 FINA stigum í 200 bringu. Og Pál Joensen setti føroyskt met í 100 bringu, við sínari splitt-tíð á 100 metrum í 200 bringu.

Føroysk juniormet

  • 50 rygg kvinnur: Birita Debes 29.62 (metið hjá henni var 29.71)
  • 400 frí kvinnur: Cecilia Eysturdal 4:36.21 (metið hjá henni var 4:38.62)
  • 50 frí kvinnur: Birita Debes 27.11 (metið hjá Poulu Ø. Mohr var 27.27)
  • 50 firvald kvinnur: Astrið Foldarskarð 30.50 (metið hjá henni var 50.54)

Føroyskt met

  • 100 bringa menn: Pál Joensen 1:05.44 (metið hjá honum var 1:05.50)

Føroyskt landsliðsmet

  • 4×50 blandað menn: 1:44.41 (metið frá Álandi var 1:44.77)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.