Shaila millum Garðarnar setti í morgun føroyskt met í 100 frí, við tíðini 59.63, har metið hjá Elspu Mørkøre frá evropeisku juniormeistarastevnuni í 2006 á Mallorca var 59.64. Tilmeldingartíðin hjá Shailu var 1:00.25, so talan var um eina stóra betring, og fyrsta tíð hjá Shailu undir minuttin á langgeil. Birita Debes betraði eisini avbera nógv um sína bestu tíð, við at svimja 1:03.10 har besta tíð hjá henni áðrenn, frá Reykjavík International í januar, var 1:06.40. Møguliga juniormet, við tað at Kravtíðin til juniormet stendur at vera 1:01.93 á bæði stuttgeil sum á langgeil, og tí møguliga skal umroknast til 1:03.17. Samanlagt gjørdust Shaila og Birita ávíkavist nummar 90 og 124 av 161 luttakandi, har tær sambært tilmeldingartíðunum lógu til at gerast nummar 98 og 147.