Orsaka um hetta virkar sum ein hetz

IMG_0975Grundleggjandi trupulleikin er, at FINA ikki enn hevur meldað greitt út, hvørjar avleiðingarnar eru av listanum við góðkendum draktum, til dømis viðvíkjandi metum og kravtíðum. Og tí fara øll at gita og kjakast um avleiðingarnar, í øllum førum til FINA hevur gjørt málið eitt sindur greiðari.

Og so blívur man kanska eitt sindur ‘heitur’ eisini sjálvur, tá ið man nú er í gongd, og øll onnur allíkavæl skelda 🙂

Persónliga royni eg (Rókur) at bera øll tíðindi víðari sum onkunsvegna hava áhuga fyri føroyska svimjing, og tí verður tað ein øgilig rúgva um hetta, nú allur svimjiheimurin er á gosi. Hasin Craig Lord ávirkar hesa heimasíðu nógv, av tí at hann ofta er skjótast við tíðindunum, og yvirhøvur er tann sum er mest úti um seg, tá ið tað kemur til at referera á enskum, um tað sum verður skrivað í til dømis fronskum og italskum fjølmiðlum. Hann hevur eyka týdning beint nú, av tí at serliga fraklendingar risikera at missa heimsmet, og tí at handan Jaked er italsk.

Eg vóni at vit koma á rætt spor aftur skjótt, so at hendan heimasíða aftur kann handla um alt tað góða sum hendir í svimjing, heldur enn um forsømilsini hjá FINA.

12 thoughts on “Orsaka um hetta virkar sum ein hetz”

  1. Ja takk, hvat við at tosa um OYL sum nú ikki eru so langt vekk, hvussu sær út við at savna OYL liði saman til felagsvenjing? Hugsar nakar um tað?

  2. Øhh… hvør er venjari? Tvass.. haldi heilt víst at tad er eitt spennandi lid sum skal avstad. Havi siti og prøva at sett lidsvimjingar, serliga hjá monnum saman. Nokk so skeg haldi eg. Serliga blandad er ringt haldi eg. Menn eitt er vist, allir 4 skula svimja hvørjafer. Er tad kanska Kári, Pál, Pauli, Andrass? Og hjá gentunum eru næstan óendaligir møguleikar! Luxusproblemir í rygg og bringu og so fella firvald og frí nokk so natúrligt til SMG og GJ. Haldi bestemt ikki tad er ómøguligt at vinna 8 lidsvimjingar á Álandi. Men so havi eg eisini hugsa at neyvan trappa øll heilt nidur til OYL, men tad skuldi ikki ávirka tad stóra 😉

  3. Eg trúgvi so ikki 100% uppá OYL gull í 4x100m blandað fyri lið hjá monnum fyrr enn eg síggi tað 😉
    Hartil er trupuleikin firvald/bringa í so tungur at hava við at gera. Í 4x50m eigur at ganga nakað betur. Men eg má siga sum er, tað verður hart, teir svimja allir innleiðandi fyri lið har genturnar kunnu skifta út.
    Um 8 banar eru, so skal kanska ikki so nógv til fyri at koma í eina finalu, men eru bert 6, so skal svimjast skjótt, og so merkjast 4 dagar tá ið ein bert er vanur við 1-2 daga kappingar. Eitt FM í 4 dagar beint eftir summarfrí, og so eina kapping um veturin uppá 4 dagar, og so eri okur betur við.
    Onkur drongur svimur jú 14 einstaklingakappingar, tað er 27 startir við innleiðandi (1500m er beinleiðis finala) + 10 startir í liðsvimjing (8x50m frí er enn við), tað verður kanska eitt sindur hart ;o)

  4. Hvat vid hesum í 4 x 100 blandad AT-PJ-KH-PM .. Men ja tad er so har tann stórsti trupuleikin er. Men hasin onkur vid 37 startum plagar nú at vera nakad drúgvur 😉 Hinir svimja jú langt frá so nógv. Men annars er líkavid at tvær lidsvimjingar hjá kvinnum kundu gjørt seg galdandi í blandad. Nokk so vilt at hugsa um.! Eg gledi meg í hvussu er at síggja hvussu leikur ferd!

  5. Er eitt boð, men PM svam ein ok 50m bringu til FM, men um hann heldur seg undir 1:08 í 100m veit eg so ikki. KH-PM-PJ-AT er so ein møguleiki um nakar spyr meg.

    KH-PM-PJ-AT: 0:56,0-1:08:0-0:56,0-0:53,0 = 3:53,0
    AT-PJ-KH-PM: 1:04,0-1:05:0-0:59:0-0:52,0 = 4:00,0

    Neyvan svimja teir akkurát soleiðis, men munurin er at fáa eyga á.

  6. AT kann svimja skjótari enn 1.04, lá hann ikki einafer í tídini og hevdi FO met í 200 rygg? men ja um PM kann svimja 1.08 er hann sjálvandi har. Men eg loyvi mær at yvast stórliga í tí. Ein sprintari kann væl koyra ein skjótan 50 br, men 100 br er nú nakad heilt annad!!! Men spennandi verdur at síggja… Og so er tad eisini totalt spennandi at síggja allar hesar “nýggju” genturnar i action á Ålandi. Super cool at Flot nú eisini er umboda á OYL á kvinnusíduni og so vid einum fantastiskum talenti má sigast.

  7. Hvat hugsa tit fyri tykkum ?? sjálvandi skal eg, Kári, svimja bringu ! Hatta eigur ein og hvør at kunna síggja ! 😛

  8. Ja kanska tað ber til at seta eitt lið saman sum kann kappast við genturnar :o)

    Men álvaratos, hevur AT nakrantíð havt eitt met í ryggsvimjing? Og nei, eg trúgvi ikki at hann svimur nógv undir 1:04 beint nú.

  9. Ja, men bert í 200m rygg 🙂 Hann tók metið frá KMJ. Eg haldi at tað var 2.13.52 og fór so niður á 2.12 ??

    1. Jamen so veit man tað hehe.

      Men Kári, um okur siga at tú ikki fær loyvi til at svimja bringu í 4x100blandað, hvat er so mest optimalt? Og nei, Pál svimur ikki rygg 😉

      Um AT nú er nógv betur enn eg haldi: AT 1:02,0, PJ 1:05,0, KH 0:59,0, PM 0:52,0 = 3:58,0
      Um PM ikki er nær so sterkur í 100m : KH 0:56,0, PM 1:10,0, PJ 0:55,0, AT 0:53,0 = 3:54,0

      Tann seinna eigur at vera við í gull kampinum. Og klárt føroyskt landsliðsmet.

  10. Jón hint hint. Nú tad verdur venjingarlega so er 4 x 100 MAX IM ein gódur møguleiki at finna skjótastu kombinatiónina. Altso um nú AT kann svimja 100 firv f.eks á 1.01 so er KH-PJ-AT-PM eisini fínasta slag.. Ella kanska PM 1.00 á firv og AT 53 í frí. Hatta er ein cool samanseting. Og hugsar man um KH og PJ sum tveir teir fyrstu so skuldi verid lætt at hildi føringina heim hjá PM og AT.

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.