HS nýggjan høvuðsvenjara

Tíðindaskriv frá HS

Havnar Svimjifelag hevur sett nýggjan høvuðsvenjara í starv fyri komandi kappingarár.

Christian Tessner, ið er 28 ár, hevur útbúgving í ítrótti frá lærdaháskúlanum í Leipzig í Týsklandi, við svimjing sum sergrein. Somuleiðis hevur hann venjaraútbúgving frá tí týska svimjisambandinum.

Christian er sjálvur gamal svimjari og hevur royndir sum venjari í ymiskum svimjifeløgum í Týsklandi.

Ein av uppgávinum hjá Christian er at verða venjari á kappinarliðnum hjá felagnum, hann hevur eisini ta ítróttarligu ábyrgdina av allari svimjing í felagnum.

ChristianTessner

Vinarliga
Havnar Svimjifelag
Sigurd L. Lamhauge, formaður

One thought on “HS nýggjan høvuðsvenjara”

  1. Eg gleði meg til at læra týskt 😉

    Hetta verður spennandi, og vónandi kemur positivur íblástur til alla føroyska svimjing.

    Góða eydnu HS.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.