Pál Joensen luttekur sum kunnugt ikki á oyggjaleikaúttøkustevnuni nú í kvøld og komandi dagar, men er í staðin við Aalborg til “Danmarks Mesterskaber for Hold”, sum tit kunnu lesa eina offisiella upptakt um her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum. Ein stevna har hvør svimjari sleppur at svimja í mesta lagi 5 einstaklingakappingar og 2 liðsvimjingar, og vinnarin at enda er tað lið sum hevur flest FINA stig tilsamans. Og Pál ger mun – sambært Jón Bjarnasyni á SuSvim “er Pál lykilin hjá Aalborg til enn eitt ár í Svømmeligaen“.