Kvøldið í kvøld beyð ikki uppá nakran nýggjan oyggjaleikasvimjara; men Mona Simonsen kom hinvegin øgiliga nær kravtíðini til heimsmeistarastevnuna í Rom, tá ið hon svam 800 frí við tíðini 9:02.66, har kravtíðin til HM er 9:02.19. Hetta var tó sjálvsagt væl undir oyggjaleikakravtíðina á 9:10.50, og eisini klárt besta tíð hjá Monu. Jutta Thomsen eigur føroyska metið frá Oyggjaleikum á Rhodos, sum er 9:01.58.
12 ára gamli Eyðbjørn Joensen svam seg til silvurnál í 1500 frí, við at svimja teinin í tíðini 18.01.70, har silvurnálatíðin er 18:01.77.
(Eyðbjørn stillar brillurnar inn til ‘undir silvurnál’, áðrenn teir 1500)